Stovnurin av norðhavssild ein fjórðing minni
27. juni 2017
Fiskifrøðingar úr Noregi, Íslandi, Danmark og Føroyum gjødu í síðstu viku upp úrslitið av sildakanningunum, sum tey fýra londini gjørdu í felag í Norðurhavinum í mai mánaði.
Úrslitið vísir, at sildastovnurin er útvið ein fjórðing minni í ár, enn hann var í fjør. Hann er á sama stigi sum í 2012 og 2014.
2004 árgangurin hevur verið álitið í fiskiskapinum seinastu árini. Fiskifrøðingarnir halda, at 2013 árgangurin er rímiliga góður, men ikki so góður, sum 2004 árgangurin var.
Hesar kanningarnar verða ein partur av grundarlagnum , tá ICES í september fer at gera sítt tilmæli um kvotuna næsta ár.
Í ár mælti ICES til at tvífaldað kvotuna úr 316.000 tonsum í 2016 upp í 646.000 tons í 2017. Orsøkin til hesa hækking var ein broyting í modellinum, sum verður brúkt til stovnsmetingina, og ikki at stovnurin var betri fyri.
Út frá kanningunum er sannlíkt, at ICES fer at mæla til eina lægri kvotu í 2018.
Skipini gjørdu eisini kanningar av æti og svartkjaftastovninum. Úrslitið vísir, at tað er heldur meira til av æti í ár enn í fjør. Tilgongdin til svartkjaftastovnin hevur verið góð seinastu árini, men kanningarnar benda á, at 2016 árgangurin her heldur minni enn teir undanfarnu.