Høgni Hoydal: útrokningarnar eru ikki skeivar

6. apríl 2017

Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ein grein 52 spurning. Bill spyr, um landsstýrismaðurin kann vátta, at útrokningarnar hjá Nótaskipum av avleiðingunum fyri teirra skip, um nýskipanaruppskotið verður sett í verk, eru rættar.

 

Nótaskip hava roknað seg fram til, at svartkjaftakvotan hevði minkað 48%, kvotan av norðhavssild 56% og makrelkvotan 33%, um kvoturnar í 2017 høvdu verið galdandi í 2018, og fyriliggjandi uppskot til nýskipan hevði verið sett í verk.

 

Eisini spyr Bill, um landsstýrismaðurin kann vátta, at nevndu útrokningar eru gjørdar í samskifti við Fiskimálaráðið.

 

Til hetta síðsta er at siga, at út frá uppskotinum, ið varð sent til hoyringar, ber ikki til at roknað  út avleiðingarnar. Tí hava Nótaskip og Reiðarafelagið fingið vegleiðing frá umsitingini í Fiskimálaráðnum um modellið, ið útrokningarnar skulu gerast eftir.

 

Bill Justinussen fær í roynd og veru onki svar upp á tann fyrra spurningin. Høgni Hoydal sigur ikki, at útrokningarnar hjá Nótaskipum eru skeivar, tí roknistykkið kann setast upp á ymsan hátt.

 

Í sambandi við okkara tíðindaskriv greiddu vit frá, hvørjar fyritreytir vit høvdu lagt til grund fyri útrokningunum, og tær vórðu lagdar við sum skjal, so ein og hvør kundi eftirkanna tær.

 

Høgni Hoydal kann byggja á nakrar aðrar fyritreytir, so kemur hann til eitt annað úrslit. Men tað stendur rimmarfast, at teir gomlu aktørarnir mugu minka nógv, tá 32% av svartkjaftakvotuni 33% av makrelkvotuni og 73% av sildakvotuni skulu lutast út um uppboðssølu.

 

Uppskotið er skrúvað soleiðis saman, at kvoturnar hjá nótaskipum minka nógv tað fyrsta árið, og síðan kunnu tær bara verða niðurlagaðar, tí tær kunnu ongantíð fara upp um tonsatalið tað fyrsta árið. At skipanin skal skiljast soleiðis, hevur umsitingin í Fiskimálaráðnum váttað.

 

Í 2017 hava Føroyar einvíst ásett eina kvotu av norðhavssild upp á 19,4%, og eftir hesum verður parturin hjá verandi aktørum 26,5%, og hann kann ongantíð fara upp um hetta mark. Um Føroyar eitt nú høvdu sett sær eina sildakvotu upp á 30%, so hevði parturin hjá verandi aktørum verið 17,5%, ella um kvotan varð sett til 10%, so hevði parturin hjá verandi aktørum verið 51,6%. Her ræður tann reina tilvild, um hvussu útrokningargrundarlagið er fyri søguliga partin hjá verandi aktørum.

 

Í svarinum til Bill Justinussen staðfestir Høgni Hoydal, at øll veiðiloyvi ganga út 1. januar í 2018 og víðari sigur hann: “Ongin eigur nakað ræði á nøkrum fiskirættindum (eftir 1. januar 2018), og løgtingið hevur allar heimildir til at viðgera og samtykkja eina nýggja lóg og skipan fyri fiskivinnuna”.

 

Hetta eru nýggir tónar, tí annars hevur niðurlagið hjá Høgna Hoydal verið, at tit hava onki at óttast fyri um framtíðina eftir 2018.

 

Í samrøðu við in.fo sigur landsstýrismaðurin, at tað verða ikki gjørdar tær stóru broytingarnar í verandi uppskoti, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið.

 

Tí loyva vit okkum at taka upp aftur, at verandi uppskot er ein víð rammulóg, sum leggur allar heimildir til landssstýrismannin at áseta framtíðar fiskivinnupolitikkin í kunngerðum. Innihaldið í hesum kunngerðum má verða kent, um løgtingið ikki bara skal geva landsstýrismanninum ein blanco kekk til at gera, sum hann vil.

 

Tá man við verandi nýskipanarauppskoti spreingir allar verandi skipanir og strukturar í luftina, so má tað, ið verður sett í staðin, verða væl umhugsað og grundað og avleiðingarnar væl lýstar.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at ilt er at meta um, hvørjar ítøkiligar avleiðingar verða fyri vinnuna (s. 50). Fiskivinnan er ein so stórur partur av fíggjarliga grundarlagnum undir føroyska samfelagnum, at tað eftir okkara meting er ein alt ov stórur váði at taka, tá man vrakar alla verandi fiskivinnuskipanina, og setir eina aðra í staðin, og har vit ikki kenna avleiðingarnar fyri samfelagið.

 

Sum støðan er nú, er einasti møguleiki, eftir okkara meting, at leingja verandi fiskiveiðiskipan, til vit hava eitt nøktandi uppskot til eina nýggja lóg og innihaldið í teimum mongu kunngerðunum er kent.