Fyrst má nýskipanarauppskotið gerast liðugt.

29. mars 2017

Verður uppskotið hjá Høgna Hoydal til fiskivinnunýskipan til veruleika, verða nótaskipini nógv tann harðast rakti bólkurin.

 

Í sínum hoyringsskrivi sigur felagið, at fyriliggjandi lógaruppskot er fløkt, ógreitt og ófullfíggjað. Onki verður upplýst um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri vinnuna, um tað verður sett í verk. Felagið Nótaskip metir ikki, at lógaruppskotið er búgvið til at verða lagt fyri løgtingið. Lógarfyrireikanda arbeiðið, ið eftir er at gera er so umfevnandi, at hetta ikki kann avgreiðast innan 1. januar í 2018. Tí mælir felagið til, at verandi lóg um vinnuligan fiskiskap verður framlongd, til eitt brúkiligt uppskot um eina nýggja fiskivinnuskipan er klárt at leggja fyri løgtingið.

 

Felagið Nótaskip vísir á, at í besta føri standa bert teir 16 tinglimirnir hjá samgonguni aftanfyri uppskotið, ið skal berast ígjøgnum við atkvøðuni hjá einum tinglimi, sum er uttanflokka.

 

Fiskivinnan er ein so grundleggjandi partur av føroyska búskapinum, at ætlaðu broytingarnar eru alt ov víðgongdar til at verða samtyktar við tí minsta møguliga meirilutanum í løgtinginum. Hetta skapar ótryggar karmar fyri vinnuna, tí hin helvtin av løgtinginum hevur eina aðra meining um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.

 

 


Viðmerkingarnar í hoyringssvarinum kunnu lesast niðanfyri:

 

 


Ov nógvar heimildin givnar landsstýrismanninum

 

Fyriliggjandi uppskot er ein sera víð rammulóg, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í roynd og veru fær heimild til í kunngerðum at gera av, hvønn fiskivinnupolitikk vit skulu hava í Føroyum. Vinnan ynskir tryggar karmar at arbeiða undir, og tí eiga nógvar av heimildunum, sum verandi uppskot gevur landsstýrismanninum, at verða staðfestar í sjálvari lógini. Tað eigur ikki at verða møguligt hjá skiftandi landsstýrismonnum einsamøllum at broyta grundleggjandi viðurskifti hjá fiskivinnuni.

 

Landsstýrismaðurin skal í kunngerð áseta toskajavnvirðið, ið skal verða grundarlag undir útrokningini av antitrust markinum, sum ásetir, at eitt felag í mesta lagi kann hava ræði á 12 prosentum av samlaðu føroysku veiðirættindunum. Hetta er ein av teimum mongu kunngerðunum, sum ikki eru gjørdar enn. Løgtingið kann ikki viðgera uppskotið uttan at vita, hvussu nógvar og hvørjar fyritøkur verða raktar av hesum marki. Ongin grundgeving er fyri, at markið skal vera 12 prosent.

 

Hví er neyðugt yvirhøvur at hava eitt tílíkt mark, tá tað eisini er mark fyri, hvussu nógv prosent ein fyritøka kann eiga av eini kvotu? Hví kann markið ikki verða 20 prosent ella 30 prosent?  Í Føroyum hava vit tríggjar alifyritøkur, trý flutningsfeløg, tveir bankar, tvey oljufeløg, tvey tryggingarfeløg, tvær telefyritøkur og tvær stórar heilsølur. Hví skal henda avmarking bara galda fyri fiskivinnuna?

 

Í viðmerkingunum verður sagt, at ”fiskivinnan er bulurin í føroyska búskapinum, og eigarar av feløgum í fiskivinnuni hava stóra ávirkan á føroyska samfelagið. Um ognarskapurin í fiskivinnuni verður savnaður á fáum hondum, kann tað hava við sær, at valdið í vinnulívinum somuleiðis verður savnað á fáum hondum. Politiska skipanin kann verða ávirkað til at taka avgerðir, sum ikki eru til gagns fyri samfelagið sum heild.”

 

Vit hava ein stóran trupulleika í okkara politisku skipan, um hetta er støðan. Í tí førinum mugu tey mongu duopolini verða munandi vandamiklari enn fiskivinnan.

 

Landsstýrismaðurin skal í kunngerð áseta reglur um, hvussu stórur partur av rættindunum verða seld sum langtíðar rættindi, meðallong rættindi ella stuttíðar rættindi. Av tí, at ein so stórur partur skal seljast á uppboðssølu, og av tí, at hetta er bulurin í lóggávuni, eigur hendan skipanin at verða kend, áðrenn løgtingið tekur støðu til uppskotið. Fiskimálaráðið má kunna greiða løgtinginum frá, hvussu ein tílík skipan kann virka eitt nú fyri uppisjóvarstovnarnar, har ógvuslig sveiggj við niðurgongd og uppgongd er í kvotunum – eisini frá einum ári til annað.

 

Uppboðssøla ikki egnað sum útlutingarskipan

 

Landsstýrismaðurin skal í kunngerð áseta reglur um, hvussu uppboðssølurnar skulu skipast. Tá ein so stórur partur – og ein støðugt vaksandi partur – skal seljast á uppboði, má tað vera ein sjálvfylgja, at løgtingið veit, hvussu hetta verður skipað, fyri yvirhøvur at kunna viðgera uppskotið.

 

Uppboðssøla er eftir okkara meting ein skipan, ið ikki kann brúkast til útluting av fiskirættindum. Vit nýtast ikki at fara longur, enn at staðfesta, at minni enn eitt prosent av heimsins fiskirættindum verða útlutað við uppboðssølu, og hesin útlutingarháttur verður als ikki brúktur um okkara leiðir. Var hetta ein brúkilig skipan, høvdu heilt vist fleiri lond brúkt hana. Einstøk lond, sum hava roynt seg við uppboðssølu, eru farin frá hesum aftur, eftir at hava selt nakrar avmarkaðar kvotur í 1-2 ár.

 

Fiskivinnan tekur undir við, at eitt ella annað gjald skal latast fyri rættin at troyta føroysku fiskastovnarnar, og vit halda, at verandi skipan við tilfeingisgjaldi er ein góð skipan, ið skapar tryggar karmar.

 

Fiskivinnan er avgerandi í føroyska búskapinum. Tí er tað óðamannaverk at taka ein so stóran samfelagsligan váða, soleiðis sum tað verður gjørt í hesum uppskotinum til fiskivinnunýskipan.

 

Í uppskotinum verður tosað um at skipa økiskvotur, men ongar ásetingar eru um, hvussu hetta skal skipast. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at kanska verður talan um 5-8 prosent av samlaðu rættindunum. Sjálvsagt má løgtingið vita, hvussu økiskvoturnar verða skipaðar, áðrenn tað kann viðgera uppskotið.

 

Her eru bert nevndar nakrar av teimum mongu heimildunum, sum landsstýrismaðurin eftir ætlan skal hava til at stýra fiskivinnuni við kunngerðum, sum honum lystir. Bara hesi dømini, eru eftir okkara meting nóg góð grundgeving fyri, at uppskotið ikki er búgvið til at leggja fyri løgtingið.

 

Álvarsligar avleiðingar

 

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at tað er ilt at meta um, hvørjar ítøkiligu avleiðingarnar verða fyri vinnuna (s. 50). Hetta sigur meira enn nakað annað, at uppskotið ikki er búgvið til politiska viðgerð. Sjálvsagt ber til at lýsa eyðsýndar avleiðingar, sum uppskotið hevur við sær, og vit undrast yvir, hví hetta skal vera dult.

 

Fyri nótaskipini fær uppskotið álvarsligar avleiðingar. Vit hava roknað út avleiðingarnar eftir leiðbeining frá umsitingini í Fiskimálaráðnum. Um kvoturnar av uppisjóvarfiski verða tær somu í 2018, sum tær eru í 2017, hevði samlaða svartkjaftakvotan hjá nótaskipunum minkað við 48 prosentum, kvotan av norðhavssild hevði minkað við 56 prosentum og makrelkvotan við 33 prosentum. Í hesum útrokningum eru vit ikki farin aftur til upprunaliga býtið frá 2006, men hava tikið hædd fyri, at aðrir skipabólkar hava fingið burtur av teimum øktu kvotunum av makreli og norðhavssild. Í útrokningini av rættindunum hjá verandi skipabólkum í makreli, er hædd tikin fyri, at aðrir skipabólkar hava fingið part av øktu kvotuni. Vit skilja als ikki, hví ikki sami rokniháttur er brúktur í útrokningini av norðhavssild. Eftir uppskotinum minkar parturin hjá nótaskipum av norðhavssild niður í ein fjórðing.

 

Eitt er, at kvoturnar minka tað fyrsta árið eftir nýskipanaruppskotinum, men uppskotið er soleiðis skrúvað saman, at parturin hjá verandi aktørum støðugt verður niðurlagaður, um kvoturnar fara upp um tonsatalið tað fyrsta árið. Henda veruleika verður onki upplýst um í viðmerkingunum. Hesar útrokningar eru viðlagdar sum skjøl.

 

Í 2017 hava vit einvíst tillutað okkum 14,3 prosent meira av norðhavssild og 11,5 prosent meira av svartkjafti, enn vit áttu í gamla strandalandabýtinum. Tað er óskiljandi, at hetta skal verða brúkt sum útrokningargrundarlag í eini komandi fiskivinnuskipan.

 

Tað er greitt, at endamálið við lógaruppskotinum er at niðurlaga tær størru fiskivinnufyritøkurnar, sum hava bygt seg upp við keypa onnur skip og loyvir eftir ásetingunum í galdandi fiskivinnuskipan. Í politiska orðaskiftinum verður henda gongd ofta gjørd illgrunasom, men tá lóggávan hevur verið skipað á henda hátt, má tað hava verið eitt politiskt ynski, at vinnan sjálv skuldi tillaga seg. Tí er tað hugstoytt hjá teimum eftirverandi reiðaríunum, at tey nú skulu revsast.

 

Taka vit nótaskipini sum dømi, so vóru 21 skip síðst í 70-árunum. Í dag er flotin rationaliseraður niður í sjey stór og effektiv skip, sum hava eitt gott rakstgrargrundarlag, ið kemur øllum pørtum til góðar. Í bólkinum nótaskip eru bara tvey loyvir, ið landið hevur útlutað ókeypis. Øll hini loyvini eru keypt eftir galdandi lóggávu. Soleiðis virkar ein marknaðargrundað skipan. Nýskipanaruppskotið førir til eina politiska stýring heilt niður í smálutir.

 

Seinastu árini hava nótaskipini rinda bróðurpartin av tilfeingisgjaldinum og tilfeingisskattinum, umframt at raksturin hevur verið so góður, at stórar upphæddir eisini eru rindaðar í partafelagsskatti. Gongdin hjá nótaskipunum hevur havt við sær, at tað eru teir dugnaligastu aktørarnir, sum eru eftir í vinnuni. Tað er óskiljandi, at ein stjórn hevur sum sína fremstu uppgávu, at gera virkisgrundarlagið hjá teimum dugnaligastu fyritøkunum vánaligari og harvið at minka um teirra lønsemi.

 

Útlendskur ognarskapur

 

Í uppskotinum verður mælt til, at útlendskur ognarskapur skal verða heilt burtur úr føroysku fiskivinnuni í seinasta lagi 1. januar 2022. Heldur ikki her eru nakrar útgreiningar av, hvussu stórur útlendski eigaraparturin er í føroyskum reiðaríum, og hvussu nógvur peningur fer at verða drenaður av landinum, tá føroyingar skulu keypa partin hjá útlendsku íleggjarunum.

 

Heldur ikki er nøkur lýsing av, um føroysku eigararnir í feløgum, har útlendskir íleggjarir eru, eru førir fyri at keypa útlendska partin, vegna tær strengu reglurnar um avmarkaðan ognarskap.

 

Eru útlendingarnir ikki burtur eftir fýra árum, fella loyvini aftur til landið. Tað er ein harður dómur, fyri teir føroysku eigararnar, ið hava brúkt stórar upphæddir til íløgur í fiskivinnuna, og sum kanska ikki hava fíggjarliga orku at keypa partin hjá útlendsku íleggjarunum, ella eru omanfyri markið, sum ein eigari kann eiga av samlaða tilfeinginum.

 

Útlendsku íleggjararnir í føroyskum reiðaríum eru í nógvum førum eisini samstarvsfelagar, har føroysk feløg kunnu fáa atgongd til know how, marknaðaratgongd o.t.

 

Verri fíggingarmøguleikar og negativur eginpeningur

 

Í grein 4, stk. 3 er ásett, at “rættindi, sambært hesi løgtingslóg, kunnu ikki setast í veð, og eru vard fyri úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum”. Í grein 4, stk. 4 er ásett, ”at rættindi til fiskiskap kunnu takast aftur uttan endurgjald”.

 

Vit hava torført við at síggja, hvør landsstýrið ætlar skal fíggja fiskivinnuna í framtíðini. Sum vit skilja hesa greinina, er søluvirðið av skipinum uttanlands einasta trygd, ið reiðarí kunnu veita fíggingarstovnum. Uttan kvotur er skipið virðisleyst í Føroyum. Somuleiðis má metast, at henda áseting fer at hera krøvini um eginpening munandi.

 

Vit meta, at skipanin, sum landsstýrissamgongan skjýtur upp at seta í verk, fer at steðga allari menning í føroysku fiskivinnuni. Uppboðssølan fer at drena pening úr vinnuni, og tá so fíggingaramøguleikarnir gerast verri, er torfort at ímynda sær, at nýskapandi íløgur fara at verða gjørdar í framtíðini.

 

Í grein 5, stk. 6 er ásett, at eitt felag ikki kann hava negativan eginpening í meira enn tvey ár á rað. Okkum er upplýst, at umleið ein triðingur av fiskivinnufyritøkunum hava negativan eginpening í dag. Við hesum uppskotinum er vandi fyri, at hetta talið fer at vaksa, tí so hvørt sum søguligu kvoturnar verða niðurlagaðar, má roknast við, at roknskaparliga skipavirðið minkar. Í uppskotinum eru ongar útgreiningar av hesum viðurskiftum.

 

Veiðiloyvini strikast

 

Í uppskotinum verður mælt til, at veiðiloyvi ikki longur skal verða eitt krav, fyri at fáa fiskiloyvi. Nú skulu persónar og feløg kunna bjóða seg fram at keypa kvotur. Í løtuni eru eini 60-70 veiðiloyvi til størri fiskiskip, og henda skipanin er ein góð trygd fyri, at vit ikki brúka meira stál enn neyðugt, fyri at veiða kvoturnar.

 

Veruleikin er, at fiskiorkan í uppisjóvarflotanum er nóg stór til at kunna fiska sjálvt tær óvanliga stóru kvoturnar, sum vit hava í dag. Skipini í Barentshavinum hava eisini tillagað seg á ein annan hátt, so lønsemi er í rakstrinum. Í botnfiskaflotanum hava vit stórar trupulleikar við lønseminum, og har er brúk fyri munandi rationaliseringum.

 

Hóast tað í dag er eitt avmarkað tal av aktørum í vinnuni, so hevur umsitingin torført við at umsita verandi skipan. Hetta kemur m.a. til sjóndar á tann hátt, at tey flestu málini, sum verða send til hoyringar í Fiskivinnuráðnum, verða avgreidd sum skundmál við telduposti, tí umsitingin klárar ikki at avgreiða málini í nóg góðari tíð.

 

Vit síggja fyri okkum, at ein so opin skipan, sum tann, ið mælt verður til at seta í verk, fer at vera grundarlag fyri spekulatión og kreativiteti í fiskivinnuni. Skipatalið í uppisjóvarflotanum fer uttan iva at økjast munandi, tí fleiri føroysk uppisjóvarskip, sum eru ræðisavmarkað, tí veiðiloyvini eru flutt yvir á nýggjari skip, kunnu fara aftur til fiskiskap. Uttan iva fara eisini fleiri avlopsskip í okkara grannalondum, at verða keypt og leigað til Føroyar.

 

Lógaruppskotið leggur eisini upp til, at tað skal setast í verk eitt ómetaliga stórt eftirlit á øllum økjum. Hetta má hava við sær, at fiskivinnuumsitingin skal økjast munandi, men heldur ikki hesi viðurskifti verða lýst í uppskotinum.

 

Landsstýrið mælir til at taka av verandi bólkabýti í fiskiflotanum, soleiðis at tað bara verða tveir høvuðsbólkar fyri ávikavist trol og línu. Hetta fer at órógva alla skipanina í fiskivinnuni, tí eitt nú sáttmálarnir við manningarfeløgini, hagtalsskipanir og trygdargrunnurin eru bygd upp eftir bólkabýtinum.

 

Tvær uppboðssølur

 

Landsstýrið skjýtur upp, at vit eisini skulu hava uppboðssølu fyri veiddan fisk. 60 prosent av veidda fiskinum skal bjóðast út um eina uppboðssølu. Vit duga ikki at síggja annað enn, at hetta fer at lækka munandi um útflutningsvirðið.

 

Nøkur virkir hava lagt síni viðurskifti soleiðis til rættis, at tey hava ávís skip knýtt at sær, og tí kunnu hava eina ávísa vertikala integratión, sum ber í sær, at raksturin verður skynsamari og effektivari. Við eini uppboðssølu av veiddum fiski, fara fiskavirkir bara at kunna gera framtíðar sølusáttmálar við tí fyrivarni, at sølan er treytað av, at virkið vinnur á uppboðssøluni.

 

Í uppisjóvarvinnuni hava vit í roynd og veru havt landingarbann uttanlands. Fyrst tí Noreg og ES noktaðu føroyskum skipum at landa í teirra havnum og síðan tí, at føroysku myndugleikarnir

hava álagt eitt avgjald, um landað verður uttanlands. Hetta hevur havt við sær, at føroysku uppisjóvar reiðaríini hava verið noydd til at gera íløgur í landingavirkir í Føroyum. Í hesi skipan hava skip verðið knýtt at sínum virkjum, men við uppskotinum um, at ein munandi partur av veidda fiskinum skal á uppboðssølu, fer henda virðisketan eisini fyri bakka.

 

Samanumtikið

 

Felagið Nótaskip er av teirri áskoðan, sum nevnt í innganginum, at hetta uppskotið er ikki búgvið til at verða lagt fyri løgtingið. Uppskotið er so kollveltandi, at tað er neyðugt, at tað írestandi lógararbeiðið verður gjørt liðugt fyrst. Her verður hugsað um tær mongu kunngerðirnar, ið landsstýrismaðurin skal brúka til at forma framtíðar føroyska fiskivinnu.

 

Harumframt eigur eitt uppskot til ein nýggjan fiskivinnupolitik at hava munandi neyvari lýsing og meting av avleiðingunum, sum uppskotið hevur fyri vinnuna og alt landið.

Útrokningar av svartkafti.xls

Útrokningar av norðhavssild.xls

Útrokningar av makrelur.xls

Simulering av avleiðingunum av nýskipan.xls