ICES lækkar makreltilmælið 87.000 tons
27. januar 2017
ICES kunngjørt í gjár eitt nýtt tilmæli um, hvussu nógv mælt verður til at fiska av makreli í ár. Í upprunaliga tilmælinum, sum varð latið strandalondunum í september, mælti ICES til, at tað í ár kunnu fiskast 944 tús. tons av makreli. Nýggja tilmælið er, at tað eiga at verða fiskað 857 tús tons, sum er ein lækking upp á 87 tús. tons.
ICES hevur staðfest ein feil í upprunaligu útrokningini í sambandi við, at ICES í døgunum frá 30. januar til 3. februar á fundi í Keypmannahavn fer at endurskoða mannagongdina, sum verður brúkt, tá stovnsmetingar verða gjørdar.
ES, Noreg og Føroyar hava eina fimm-ára makrelavtalu, sum er galdandi til 2018. Londini hava í 2017 ásett eina heildarkvotu av makreli upp á 1.021 tús. tons, sum eru 19 prosent hægri, enn nýggja tilmælið hjá ICES. Í makrelavtaluni eru 15,6 prosent sett av til Ísland og Russland.