Noreg fær 42.000 tons av lodnukvotuni

26. januar 2017

Ísland hevur nú ásett eina lodnukvotu upp á 57.000 tons hesa vertíðin. Eftir fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Ísland eiga Føroyar 5 prosent av kvotuni, og tað gevur 2.850 tons.

 

Noreg fer við nógv størsta partin ella 42.000 tonsum. Av ásettu kvotuni eigur Ísland 81 prosent, Grønland 11 prosent og Noreg 8 prosent. Noreg fær síðan ein part av íslendsku kvotuni, tí í avtaluni um íslendska toskafiskiskapin í Smoguni, skal Ísland gjalda við lodnu.

 

Í fiskiveiðiavtaluni millum Grønland og ES, fær ES grønlendsku lodnukvotuna, og hon verður so aftur brúkt í býtinum millum Noreg og ES.