Noreg hevur hækkað sildakvotuna 6 prosent
2. desember 2016
Norski fiskimálaráðharrin Per Sandberg hevur nú ásett norsku kvotuna av norðhavssild í 2017. Ráðarrin hevur avgjørt at hækka kvotuna við 6 prosentum, sum gevur uppisjóvarvinnuni í Noregi 40.000 tons eyka av norðhavssild í 2017.
Seinastu árini hevur ongin avtala verið millum strandalondini um norðhavssildina. Føroyar boðaðu í 2013 frá, at vit ikki longur góðtaka gamla býtið, sum gav Føroyum 5,16 prosent. Síðan hava Føroyar einvíst ásett sína kvotu, og í ár varð hon góð 17 prosent av tilmælinum hjá ICES.
Hini londini hava higartil fylgt gamla býtinum, men nú ger Noreg eisini upp við gamla býtið. Noreg átti 61 prosent av heildarkvotuni, men landið heldur seg hava rætt til ein munandi størri part, og fyri 2017 hevur Per Sandberg ásett kvotuna til 67 prosent.
Hini strandalondini, sum eru Russland, Ísland, Føroyar og ES hava ikki enn boðað frá, hvussu stóra kvotu tey fara at seta sær í 2017, men uttan iva verður talan um eina munandi størri veiðu, enn ICES mælir til.
Eftir gamla býtinum átti Noreg 61prosent, Ísland 15,6, Russland 12,9, ES 6,5 og Føroyar 5,16 prosent.
Samráðingarnar millum strandalondini um norðhavssildina endaðu úrslitaleysar í oktober, og tað verður neyvan nakar fundur aftur, fyrr enn á heysti í 2017.
Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum Fiskabåt, sigur, at felagið fult út stuðlar avgerðina hjá fiskimálaráðharranum, og at Noreg eisini kundi sett kvotuna enn hægri. Maråk heldur, at norski parturin av heildarkvotuni eigur at vera omanfyri 70 prosent.