Makrelkvotan hækkar 14%

20. oktober 2016

ES, Noreg og Føroyar hava undirskrivað makrelavtaluna fyri 2017.  Kvotan næsta ár hækkar 14 prosent í mun til kvotuna í ár, og føroyska kvotan hækkar við 16.000 tonsum - úr 112.892 tonsum upp í 128.655 tons.

 

Heildarkvotan er sett til 1.020.996, og av henni eru 15,6 prosent ella 160 tús. tons sett av til Ísland, Grønland og Russland. Hesi londini fiska kortini munandi meira, og er samlaða veiðan hjá teimum í ár omanfyri 300 tús. tons.

 

Makrelsamráðingarnar hava verið í Clonakilty í Írlandi. Undir hesum samráðingum hevur Grønland boðað frá, at teir meta seg nú at vera strandaland í makreli.

 

ES, Noreg og Føroyar gjørdu í 2014 eina 5 ára avtalu um býtið av makrelkvotuni. ES eigur 49,3%, Noreg 22,5%, Føroyar  12,6%, meðan 15,3% eru sett av til onnur lond. Í 2018 skulu londini samráðast um eina nýggja avtalu.

 

Í næstu viku verða samráðingarnar í London um svartkjaftakvotuna í 2017 og kvotuna av norðhavssild.