Bundið tilmæli við nógvum fyrivarnum
7. oktober 2016
Nú kom umsíðir álitið hjá nevndini, sum hevur gjørt uppskot til eina fiskivinnunýskipan.
Hóast orðið “uppboðssøla” ikki verður nevnt í samgonguskjalinum, so hevur nevndin bara fingið loyvi at viðgera ein møguleika, nevniliga at øll fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu.
Nevndin upplýsir, at hon á fundi við Høgna Hoydal, landsstýrismann, í sambandi við at nágreina arbeiðssetningin hevur fingið staðfest, at øll fiskirættindi skulu seljast um uppboðssølu. Nevndin upplýsir eisini, at landsstýrismaðurin hevur gjørt greitt, at skipanir við søguligum rættinum, tilfeingisgjøldum ella “beauty contest” ikki eru í samsvari við arbeiðssetlingin. Tí hevur nevndin ikki viðgjørt spurningun, umuppboðssøla skal vera ella ikki, verður sagt.
Tá nevndin bert sleppur at viðgera tann eina møguleikan, sum hon ikki er samd í, so er hon nokk so snild. Hon hevur ein hóp av fyrivarnum, sum eru stroydd gjøgnum frágreiðingina sum perlur á snóri.
Nevndin heldur, at tað er alt ov váðið at koyra alt á uppboðssølu.
-Nevndin hevur umrøtt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku vinnuna. Tí verður mælt til eina skiftistíð, sum ger, at tað bara er ein avmarkaður partur av samlaðu fiskirættindunum, ið verða boðin út hvørt ár, sigur nevndin.
Nevndin heldur somuleiðis, at tað verður ikki sum at siga tað at fáa eina uppboðssølu at virka.
-Eisini eru stórar avbjóðingar í at fáa eina uppboðssølu at virka eftir ætlan, m.a. tí at ymiskar avmarkingar verða settar, og tí talið av aktørum, sum kunnu luttaka, er avmarkað. Nevndin veit ikki um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu. Tí er trupult hjá nevndini at meta um avleiðingarnar av at verkseta eina sovorðna skipan, staðfestir nýskipanarnevndin.
Millum reglurnar er skilligt, at nevndin kundu hugsað sær at umrøtt aðrar møguleikar, men tað framgongur av frágreiðingini, at tá nevndin hevur spurt seg fyri hjá landsstýrismanninum, hevur hann gjørt greitt, at hann ynskir bara uppboðssølu og onki annað.
-Nevndin er eisini í iva um, hvussu væl ein uppboðssøla kann tryggja, at aðalendamálini í arbeiðssetninginum kunnu røkkast. Í hesum sambandi hevur nevndin eisini umrøtt kombinatiónsleistir, har ein partur verður seldur á uppboði, og ein partur verður lutaður út eftir søguligum rættindum. Hesin leistur er tó ikki í samsvari við nágreiðaða arbeiðssetningin, og var tí ikki viðgjørdur nærri.
Næsta ávaringin hjá nevndini er, at uppboðssøla kann darva íløguhugin og virksemið hjá fiskivinnuni.
-Nevndin metir, at tað hevur stóran týdning, at uppboðssølan av fiskirættindum ikki darvar íløguhugin og virkseminum annars í fiskivinnuni. Nevndin mælir til, at uppboðssølan verður løgd soleiðis til rættis, at hon hevur fyrilit fyri teimum váðum, sum liggja í at reka fiskivinnuvirksemi í tann mun, hetta letur seg gera.
Víðari ávarar nevndin um, at tað er óheppið, um øll fiskirættindi verða óumsetilig.
-Nevndin metir tað vera óheppið fyri skipanina, um fiskirættindi verða fullkomiliga óumsetilig í framtíðini, tí tað samsvarar ikki við tað at hava eina marknaðargrundaða fiskivinnuskipan. Umsetiligheit tryggjar tillagingar í fiskivinnuni og er sostatt avgerandi fyri effektivitetin í vinnuni. Hetta er serliga týdningarmikið við rættindum við longri gildistíð. Ásetingar um at taka burtur alla umsetiligheit sampakka ikki við ynskið um at veita vinnuni betri møguleikar til at skapa avkast, er greiði boðskapurin í frágreiðingini hjá nýskipanarnevndini.