Hoyring um framtíðar bretskan fiskivinnupolitikk

7. september 2016

Bretska yvirhúsið hevur í dag hoyring um framtíðar bretska fiskivinnupolitikkin. Spurningurin er, hvat skal henda við bretsku fiskivinnuni, um Bretland ger álvara av at fara úr ES.

 

Fer Bretland úr ES, fer landið eisini burtur úr felags fiskivinnupolitikkinum og má skipa sín egna fiskivinnupolitikk. 

 

Hoyringin í House of Lords hevur til endamáls at lýsa, hvussu Bretland kann skipa síni fiskivinnuviðurskifti mótvegis ES og øðrum londum, fyri at verja bretsk áhugamál.

 

Felagsskapir, serfrøðingar og umboð fyri vinnuna eru boðsend at koma at leggja síni sjónarmið fram. Hoyringin skal m.a. lýsa, hvussu Bretland sambært fólkarættinum kann skipa ein framtíðar fiskivinnupolitikk, og hvørjar skyldur Bretland hevur mótvegis ES og øðrum londum í eitt nú umsitingini av felags fiskastovnum. Í øðrum verður dentur lagdur á at greina, hvussu bretska vinnan best kann verja síni áhugamál.

 

Fer Bretland úr ES, broytast eisini viðurskiftini hjá Føroyum, tí tá skulu vit bæði tingast við ES og Bretland um fiskiveiðiavtalur. Tað mesta av føroyska fiskiskapinum í ES-sjógvi fer fram í bretskum øki. Ein áhugaverdur spurningur er eisini, hvat hendir við Skotlandi. Serliga skotsk áhugamál vóru hart ímóti, at ES slakaði so nógv fyri Føroyum í makrelmálinum. Verandi makrelavtala millum ES, Noreg og Føroyar er galdandi til 2018.