Eisini fiskivinnunýskipan í Noregi
25. august 2016
Tað er ikki bert í Føroyum arbeitt verður við fiskivinnunýskipan. Á sumri í fjør setti táverandi norski fiskimálaráðharrin Elisabeth Aspaker eina nevnd at eftirmeta norsku kvotaskipanina og at koma við uppskotum um broytingar.
Umframt at eftirmeta kvotaskipanina, er hitt høvuðsevnið í arbeiðssetninginum, at meta um hvussu stór tilfeingisrentan er í norsku fiskivinnuni, og hvussu landið kann fáa ein part av henni.
Tá nevndin varð sett, segði Elisabeth Aspaker, at endamálið er at kanna, um tað finnast aðrar kvotaskipanir, sum kunnu skapa betri lønsemi í fiskiflotanum og gera umstøðurnar meira lagaligar og smidligar.
Uppboðssøla er ikki á skránni í fiskivinnupolitiska orðaskiftinum í Noregi. Tann sonevnda Eidesen nevndin fer eftir ætlan at leggja sína frágreiðing fram í september.
Núverandi fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, segði á eini ráðstevnu herfyri, lønsemið í norsku fiskivinnuni er munandi batnað seinastu árini, og tí er spurningurin um tað almenna ikki skal hava ein part av tilfeingisrentuni, sum higartil er farin til reiðararnar og útjaðaran.
Vit mugu fáa greiðu á hvussu stór tilfeingisrentan er, hvussu stóran part av hesum samfelagið skal hava, og hvussu afturberingin skal fara fram, segði Per Sandberg.
Tað betraða lønsemið í norsku fiskivinnuni er komið frá samanleggingum og uppkeyping, so kvotagrundarlagið hjá teimum einstøku skipunum er vorðið betri.
Í Føroyum hevur nótaflotin á sama hátt bygt upp eitt gott lønsemi við samanleggingum og uppkeypi. Upprunaliga vóru 21 nótaskip, men í dag eru tey bert 7 í tali. Av hesum sjey loyvunum eru bert tvey, sum eigararnir hava fingið tillutaði frá tí almenna.