Løgtingið lóggivið 155 prosent í lønarhækking

11. august 2016

Í lógini um uppboðssølu er ásett, at gjaldið fyri kvotur, sum eru keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá, tá hýrurnar verða roknaðar. Nú uppboðssølurnar eru avgreiddar ber til at seta tøl á avleiðingarnar av hesi løgtingssamtykt. Og tær eru ræðandi. Í veruliga døminum niðanfyri fær manningin eina lønarhækking upp á 155 prosent.

 

Vinnan mælti landsstýrinum og løgtinginum staðiliga frá at lóggeva hesa áseting. Eftir sáttmálanum millum manningarfeløgini og reiðarafelagið, sum er galdandi til 1. apríl í 2017, er uppisølugjald loyvdur frádráttur. Og tað er ongin ivi um tað, tí eftir uppboðssøluna í 2011 legði Føroya Fiskimannafelag málið fyri ein gerðarrætt, sum er hægsti myndugleiki í sáttmálatrætum, og hann gav reiðaríunum viðhald. Uppisølugjald er loyvdur frádráttur eftir galdandi sáttmála.

 

Vit vita ikki um nakað fordømi í londum, sum hava líknandi arbeiðsmarknað sum okkara, har eitt lóggávuting hevur lóggivið inn í ein galdandi sáttmála millum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta var ein grund fyri staðiliga at mæla frá at samtykkja hesa áseting.

 

Vit gjørdu eisini vart við, at alt eftir hvussu nógv fór at verða bjóðað, so fór hetta at geva manningunum eina ógvusliga lønarhækking, og at hetta fór at gera samráðingarnar millum partarnar við næstu sáttmálasamráðing sera torførar.

 

Men ongin vildi lurta. Hesin spurningur varð næstan ikki tikin upp á tungu í orðaskiftinum í løgtinginum. Nú kunnu vit seta tøl á avleiðingarar. 155 prosent í lønarhækking til hægst løntu lønmóttakarar í Føroyum. Tað er greitt, at hetta má fáa avleiðingar.

 

So til dømið niðanfyri. Norðingur hevur keypt 3.625 tons av makreli á uppboðssøluni fyri ein meðal prís upp á 3,65 kr. Uppboðssølan hevur nógvar avmarkingar. Norðingur skal sjálvur fiska alla kvotuna, hon kann ikki flytast til næsta ár, og atgongd er ikki til at fiska hana í ES ella norskum sjógvi. Norðingur skal sjálvur fiska hana í føroyskum sjógvi í summar. Tá hevur makrelurin neyvan ein søluprís, sum er omanfyri 6 kr.

 

Í roknistykkinum niðanfyri hevði reiðaríið, um avroknað varð eftir galdandi sáttmála, havt 6,1 mió kr. eftir, tá útreiðslur til uppisølugjald, hýrur, og arbeiðsmarknaðargjøld eru farnar burtur av. Hetta eru 28 prosent av søluvirðinum sum fer til olju, proviant, útgerð, trygging, viðlíkahald, kapitalkostnað o.t.

 

Eftir ásetingunum í løtingslógini hevur reiðaríið bert 2,4 mió. kr.  eftir ella 11 prosent av søluvirðinum. Tað røkkur neyvan longur enn til olju og proviant. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at hetta er ikki haldbart á nakran hátt, og boðini á uppboðssøluni eru boð, sum reiðaríini bert kunnu geva eina ferð.

 

Tað, sum reiðaríið hevur minni eftir, fer til lønarhækking hjá manningini. Eftir sáttmálanum høvdu samlaðu hýruútreiðslurnar verið 2,3 mió. kr., men samtyktin hjá løgtinginum gevur manningini eina lønarhækking upp á 3,6 mió. kr. upp í 5,9 mió. kr. Hetta er ein hækking upp á 155 prosent.

 

Hyggja vit so eftir, hvussu hýran hjá hægst lønta og lægst lønta umborð verður ávirkað, so eru tølini ógvuslig. Skiparin hevði fingið íalt 366 tús. eftir galdandi sáttmála. Nú fær hann við løgtingslóg eitt ískoyti upp á 554 tús. kr, so hann kemur upp á eina inntøku upp á 911 tús. kr. hesar dagarnar, teir fiska hesi 3.625 tonsini av makreli. Daglønin hevði eftir sáttmálanum verið 25 tús, men løgtingið hevur hækkað hana upp í 65 tús. Tað er møguligt, at tað tekur meira enn 14 dagar at fiska hesa kvotuna, men sjálvt um teir brúka nakrar dagar fleiri, so er talan um ógvuslig tøl. Í útrokningini er roknað við 12 monnum, men Norðingur hevur helst færri menn umborð, og tað gevur hinvegin eina størri hýru til hvønn av manningini.  

 

Taka vit síðan dekkaran, so hevði hansara inntøka eftir sáttmálanum verið 139 tús. kr., men løgtingið hevur givið honum eitt ískoyti upp á 216 tús., so hann kemur upp á 356 tús. kr. Daglønin hjá honum eftir sáttmálanum hevði verið 10 tús. kr., men við løgtingsískoytinum fær hann 25 tús. um dagin.

 

 

 

Fyritreytir                                                                 

 

Nøgd:                          3.625 tons av makreli

 

Uppisølugjald:             3,65 kr.

 

Avreiðingarprísur :      6,00 kr.

 

Manningartal:              12

 

Býtisprosent :              17,5%

 

Fiskidagar:                  14                               .

 

 

 

 

 

                                              Sáttmálin         Løgtingslógin. 

 

Avreiðingarvirði                      21.750.000      21.750.000

 

Uppisølugjald                        13.231.000      13.231.000

 

Upphædd at avrokna                8.518.750      21.750.000     

 

 

 

Hýra tilsamans                          2.293.716        5.855.557

 

Arbeiðsmarknaðargj.                     91.749           234.222

 

Manningarútr. tils.                     2.385.465        6.089.780                                               

 

 

Eftir hjá reiðarí                       6.133.285        2.428.970 

 

 

 

 

 

                                    Sáttmálin         Løgtingsl.        Løgtingsískoyti  

 

Skipari                         356.785           910.880           554.095

 

1. stýrimaður               235.659           601.622           356.963

 

2. stýrimaður               185.967           474.747           288.780

 

Maskinstjóri                251.188           642.270           390.082

 

1 meistari                     220.130           561.947           241.843

 

2 meistari                     176.649           450.958           274.309

 

Kokkurin                     170.438           435.438           264.661

 

Dekkari                       139.380           355.802           216.422

 

Dekkari                       139.380           355.802           216.422

 

Dekkari                       139.380           355.802           216.422

 

Dekkari                       139.380           355.802           216.422

 

Dekkari                       139.380           355.802           216.422            

 

Tilsamans                2.293.716        5.855.557        3.561.482