Lodnuavtalan heldur fram óbroytt

29. juni 2016

Undir tingingum í Ålesund eru Ísland, Grønland og Noreg komin ásamt um at halda fram við verandi avtalu um býtið av lodnuni í íslendskum og grønlendskum sjógvi.

 

Hetta ber í sær, at Ísland framhaldandi fær 81prosent av heildarkvotuni, Grønland 11 prosent og Noreg 8 prosent.

 

Føroyar hava higartil fingið ein part av íslendsku kvotuni sum liður í fiskivinnusamstarvinum millum londini. Er heildarkvotan omanfyri 500.000 tons, er føroyski parturin 30.000 tons. Er kvotan minni enn 500.000 tons, er føroyski parturin 5 prosent av heildarkvotuni. Í ár var føroyska kvotan 8.650 tons.

 

Ísland, Grønland og Noreg eru komin ásamt um at víðka tíðina, har loyvt er at fiska lodnu, við einari viku.