Íslendingar eisini sett sær størri svartkjaftakvotu

15. apríl 2016

Ísland hevur nú eisini sett sær eina størri svartkjaftakvotu í 2016. Upprunaliga ásetti Ísland sær eina kvotu upp á 126 tús. tons, sum svarar til tey 16,2 prosentini, ið Ísland átti eftir tí gamla svartkjaftabýtinum. Í kunngerð 4. apríl hevur íslendska Fiskistofan ásett, at svartkjaftakvotan í ár verður hækkað upp í 163.570 tons. Hetta eru 21 prosent av tilmælinum hjá ICES, sum í 2016 er upp á 776.391 tons.

Frammanundan hava bæði ES, Noreg og Føroyar ásett sær størri kvotur í 2016, enn gamli býtislykilin hevði givið, og fer samlaða veiðan í ár upp um eina millión tons. Hetta er meira enn ein triðingur meira enn tilmælið.

Í 2015 eydnaðist tað ikki strandalondunum at semjast um býtið av svartkjaftakvotuni, tí ES og Føroyar halda seg eiga rætt til ein størri part av heildarkvotuni. Tað eydnaðist heldur ikki í ár at fáa semju um eitt býti, og tí áseta londini sínar kvotur hvørt í sínum lagi.

Kunnu fiska alt í føroyskum sjógvi

Íslendsk skip kunnu frítt fiska alla sína kvotu í føroyskum sjógvi, eisini kvotuna, ið nú er komin afturat. Í løtuni royna 9 íslendsk svartkjaftaskip í føroysku sjógvi.Tey royna saman við hinum skipunum heilt suður ímóti føroyska markinum. Tey landa í Íslandi. Higartil í ár hava íslendsk skip fiskað 60.000 tons í føroyskum sjógvi. Í 2015 var samlaða veiðan 193.000 tons.

Íslendingar eru hinvegin ikki líka so lagaligir við føroyingar. Teir seta sum krav, at ein partur av føroysku lodnukvotuni skal landast í Íslandi, og hóast tað í mong ár undir árligu fiskiveiðisamráðingunum hevur verið roynt at fáa hesa forðing burtur, so hevur tað ikki eydnast enn.