Fakta um gongdina í uppisjóvarkvotunum
22. mars 2016
Í orðaskiftinum verður ofta tosað um ovurhonds stórar nøgdir av nýggjum uppisjóvarkvotum. Henda uppfatanin hevur veruliga fest seg í almenninginum, og tosað verður ofta um milliardavirðir av nýggjum fiskatilfeingi.
Tí kann tað vera upp á sítt pláss at kanna, hvat støðan í veruleikanum er.
Føroyar hava umsitið uppisjóvarstovnarnar í Norðuratlantshavi saman við hinum standalondinum eftir umsitingarætlanum, har kvoturnar hava verið ásettar út frá lívfrøðiligu ráðgevingini hjá ICES, og býtið millum londini er avtalað í sáttmála.
Tað hava eisini verið tíðarskeið við sáttmálaloysi. Árini frá 2003 til 2006 var ongin avtala um norðhavssildina, tí Noreg kravdi at fáa ein størri part. Árini frá 2010 til 2014 var ongin makrelavtala, tí Føroyar kravdu at fáa ein størri part. Síðan 2015 hevur heldur ongin svartkjaftaavtala verið, tí ES og Føroyar krevja at fáa ein størri part av kvotuni.
Meðan ósemjur hava verið, hava lond vanliga ásett sær eina eyka kvotu, fyri at stuðla upp undir sítt krav um ein størri part. Hinvegin er greitt, at tað ber ikki til at yvirfiskað stovnarnar ár um ár.
Harumframt er eitt eyðkenni fyri uppisjóvarstovnarnar, at teir til tíðir eru uppgangandi og aðrar tíðir niðurgangandi.
Eisini er eitt eyðkenni fyri marknaðin fyri uppisjóvarfisk, at prísirnir kunnu broytast nógv yvir stutta tíð, og í pengum verða sveiggini stór, tí talan er um so stórar nøgdir.
Í 2006 gjørdu strandalondini avtalu um at áseta eina svartkjaftakvotu og at býta hana millum londini. Áðrenn tað hevði verið fríur fiskiskapur. Í upprunaliga býtinum fingu Føroyar umleið ein fjórðing av kvotuni. Tað fyrsta árið var føroyska kvotan omanfyri 500.000 tons. Síðan er kvotan støðugt minkað til hon í 2011 einans var 10.000 tons. Stovnurin er betri fyri nú, og er kvotan vaksin aftur seinastu árini. Í 2015 var føroyska kvotan góð 300.000 tons eftir gamla býtinum. Tá svartkjaftasamráðingarnar fyri 2015 endaðu úrslitaleysar setti Noreg sær eina eyka kvotu upp á 120.000 tons við tí grundgeving, at teir ikki fingu loyvi til at fiska sína kvotu í ES-sjógvi.
Føroyar gjørdu tað sama og settu sær eisini eina eyka kvotu upp á 120.000 tons, fyri at byggja upp undir kravið um ein størri kvotapart. Í 2015 vórðu fiskað 80% meira av svartkjafti, enn ICES mælti til.
Støðan er tann sama í 2016. Noreg hevur ásett sær eina kvotu upp á 244.000 tons, sum eru 31% av tilmælinum hjá ICES. Í gamla býtnum átti Noreg sløk 24%. ES hevur sett sær eina kvotu upp á 322.000 tons, sum eru góð 41% av tilmælinum hjá ICES. ES átti góð 28%í gamla býtinum. Føroyar hava júst ásett sær eina kvotu upp á 276.000 tús. tons, sum eru góð 35%. Føroyar áttu góð 24% av kvotuni í gamla býtinum. Harumframt verða 71.500 tons, sum ikki vóru fiskað av kvotuni í fjør, flutt til í ár.
Virðið á svartkjaftakvotunum er knýtt at prísinum, og hann kann vera sera skiftandi, alt eftir hvussu marknaðarstøðan er. Í 2015 var avreiðingarprísurin á svartkjafti úr 1,45 kr. upp í 2,50 kr
Stovnurin av norðhavssild er støðugt minkaður síðan hann var í hæddini í 2009, og heildarkvotan er minkað úr 1,6 mió. tonsum niður í umleið 300.000 tons. Í 2013 fóru Føroyar burtur úr sildaavtaluni við kravi um ein størri kvotapart. Í hesum sambandi ásettu vit okkum eina kvotu upp á 105.000 tons, sum var munandi meira enn tað, sum gamla býtið gav okkum.
Sum liður í avtaluni við ES um at fáa handilsforðingarnar tiknar burtur, ásettu Føroyar sær í 2014 eina kvotu upp í 40.000 tons, og hon var tann sama í 2015. Kvotan fyri í ár er ikki ásett enn.
Meðan bæði svartkjaftakvotan og sildakvotan hjá Føroyum í dag er minni enn tær vóru, tá tær vóru størstar, so er øðrvísi við makrelinum.
Í 2010 fóru Føroyar burtur úr makrelavtaluni við Noreg og ES við kravi um ein størri part. Tað eydnaðist at gera semju um eitt nýtt býti á vári í 2014, og gjørdu Føroyar eitt gott hál. Okkara kvotapartur fór úr 5,36% upp í 12.6%, og tey eyka tonsini eru seinastu 5 árini er býtt millum uppisjóvarskipini og aðrar skipabólkar. Vøksturin í tonsum hevur eisini samband við, at stovnurin er væl fyri, og tí hevur verið ein støðug hækking í heildarkvotuni.
Tað ber til at seta tøl á virðið á nøgdina av makreli, sum vit hava fingið afturat í nýggja býtinum.
Heildarkvotan í 2016 | 896.000 |
Føroyski parturin (12,6%) | 112.896 |
Føroyski parturin eftir gamla býtinum (5,36%) | 48.026 |
Vøkstur í kvotuni | 64.870 |
Meðal avreiðingarprísur í 2015 | 5,88 |
Meirvirði av makrelkvotuni | 381.435.600 |
Sum talvan omanfyri vísir, so gevur nýggja býtið okkum sløk 65.000 tons afturat av makreli í 2016, enn gamla býtið hevði givið. Eftir hagtølunum hjá Vørn var meðal avreiðingarprísurin í fjør 5,88 kr. Tað gevur eitt eyka avreiðingarvirði upp á góðar 380 mió. kr. Tað eru nógvir pengar, men langt er upp til milliardina, sum javnan verður havt á lofti.