Makrelavtalan gevur 380 mió. eyka í 2016

29. januar 2016

Í orðaskiftinum um fiskivinnuna verður ofta tosað um tað nýggja tilfeingið av uppisjóvarfiski. Tøl upp á milliardavirðir verða nevnd, og henda myndin tykist hava bitið seg fasta í almenninginum, men tíverri er hon skeiv.

 

Higartil hava vit bara fingið eina nýggja avtaluna um makrelin við hini strandalondini, meðan vit einvíst áseta okkum kvotur av svartkjafti og norðhavssild við einum parti, sum vit halda, at vit hava rætt til.

 

Tað ber til at rokna út, hvussu nógv makrelavtalan frá 2014 gevur okkum í eyka avreiðingarvirði í 2016.

 

ES, Noreg og Føroyar samdust um at seta heildarkvotuna av makreli til 895.900 tons í 2016, og tey 12,6%, sum vit eiga, gevur eina føroyska kvotu upp á 112.892. Í gomlu makrelavtaluni var okkara partur 5,36%, og tað hevði givið eina føroyska kvotu upp á góð 48.000 tons. Sostatt gevur nýggja makrelavtalan sløk 65.000 tons meira, enn tann gamla.

 

Í hagtølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum sæst, at meðal avreiðingarprísurin fyri makrel í 2015 var 5,88 kr., og sostatt gevur nýggja makrelavtalan eitt eyka avreiðingarvirði í 2016 upp á 380 mió. kr. Tað er ein stór upphædd, men tað er langt frá milliardunum. So at siga allir partar av fiskiflotanum hava fingið part av vøkstrinum í makrelvkotuni.

 

Viðvíkjandi svartkjafti og norðhavssild verður eisini tosað um nýtt tilfeingið. Í løtuni er ongin strandalandaavtala fyri svartkjaft ella norðhavssild, og tí seta strandalondini kvoturnar hvørt í  sínum lagi.

 

Í 2014 og 2015 settu Føroyar sína kvotu av norðhavssild til 40.000 tons, men árini frá 2009 til 2012 var hon eftir tí gamla býtinum millum 43.000 og 89.000 tons.

 

Í fjør var føroyska svartkjaftakvotan 303.000 tons, men tá hon hevur verð størst, var hon 532.000 tons. Rætt er, at Føroyar síðst á árinum settu okkum eina eyka svartkjaftakvotu upp á 122.000 tons, men vit fiskaðu bert umleið 50.000 tons av henni.

 

Ósemjan um svartkjaftin í 2015 førdi til, at Føroyar og Noreg settu sær eyka kvotur, og tað sama fara londini at gera í 2016. ES hevur eisini sett sær eina munandi hægri kvotu í ár.

 

Í fjør var samlaða svartkjaftakvotan hjá strandalondunum næstan tvífalt tað, sum ICES mælti til, og tað er greitt, at tað fer ikki at bera til í longdini.

 

Søguliga gongdin í standalandakvotunum av uppisjóvarfiski hevur verið, at kvoturnar hava gingið upp og tær hava gingið niður, alt eftir hvussu stovnarnir eru fyri. Er uppgongdin í kvotuni av einum uppisjóvarstovni nýtt tilfeingi, ja so má toskurin undir Føroyum eisini verða nýtt tilfeingi, tá hann einaferð kemur fyri seg aftur.