Nótaskipini: skattaprosentið verður 60
24. november 2015
60,1 prosent í skatti og avgjøldum av úrslitinum áðrenn skatt. Tað hevði verið støðan hjá nótaskipunum í 2014, um ásetingarnar um veiðigjald, sum landsstýrið ætlar at seta í verk í 2016, høvdu verið galdandi í 2014.
Hetta vísir ein greining, sum grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt fyri Felagið Nótaskip. Landsstýrið ætlar at leggja uppskot fyri tingið, um at veiðigjaldi á norðhavssild næsta ár skal hækka 25 oyru upp í 75 oyru fyri kilo. Sum nakað nýtt skal eisini gjaldast veiðigjald á 20 oyru fyri kilo fyri svartkjaft, meðan veiðigjaldið á makreli verður óbroytt eina krónu fyri kilo.
Harumframt ætlar landsstýrissamgongan av sínum eintingum at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini millum reiðarafelagið og manningarfeløgini og við lóg at áseta, at manningin ikki longur skal gjalda sín part av tilfeingisgjaldinum. Verður hetta samtykt í løgtinginum, hækkar hýran hjá manningini 20%.
Greiningin hjá Januar vísir, at høvdu hesi gjøld og henda skipan verið galdandi í 2014, so høvdu nótaskipini goldið 55 mió. kr. meira í tilfeingisgjaldi og skattum, ella tilsamans slakar 173 mió. fyri árið.
Við hesum hevði skattur og tilfeingisgjøld verið 60,1% av avlopinum áðrenn skatt. Í 2010 var hetta talið 16,7 prosent. og tað er støðugt vaksið árini síðan.
Við einum skatta- og avgjaldstrýsti upp á meira enn 60 prosent av úrslitinum áðrenn skatt, og teimum ætlanum, sum landsstýrissamgongan annar hevur á fiskivinnuøkinum, verður ikki møguligt hjá reiðaríunum at endurnýggja skipini, ella at gera avleiddar íløgur. Harvið steðgar menninginav uppisjóvarvinnuni.
Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu skattur og tilfeingisgjøld støðugt eru vaksin tey seinastu árini í prosent av úrslitinum áðrenn skatt. 2014* eru gjøldini í 2016 og ásetingin um at manningin ikki skal gjalda sín part av tilfeingisgjaldinum innroknað í tølini fyri 2014.
2010 | 2011 | 2012 | 2013 | 2014 | 2014* |
16,7% | 21,2% | 31,5% | 35,0% | 46,9% | 60,1% |
Skattur og tilfeingisgjøld í prosent av úrslitinum áðrenn skatt