Samgongan lóggevur 20 prosent í lønarhækking
23. november 2015
Í lógaruppskotinum sum landsstýrissamgongan ætlar at leggja fyri løgtingið um reglur, sum skulu galda fyri uppboðssølu og veiðigjøld í 2016, verður mælt til, at manningarnar ikki sum nú skulu gjalda sín part av hesum gjøldum.
Samgongan hevur neyvan roknað út, hvørjar avleiðingar hetta hevur. Tær eru ógvusligar. Verður uppskotið samktykt sum tað fyriliggur, so lóggevur samgongan bara við atliti til veiðigjaldið, at manningarnar skulu fáa eina lønarhækking upp á 20 prosent.
Manningarsáttmálarnir eru soleiðis skipaðir, at ávísar útreiðslur verða drignar frá veiðivirðinum, og síðan eigur manningin ein prosentpart at býta sínamillum. Harumframt fáa yvirmennirnir eyka partar.
Eitt nótaskip, sum hevur eina kvotu eftir býtislyklinum fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild, hevði í 2014 goldið 16,4 mió í veiðigjaldi, um gjøldini tá vóru tey, sum samgongan ætlar at áseta í 2016. Av hesum hevði manningin eftir galdandi sattmála millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini rindað 27% ella 4,4 mió. kr.
Nú skjýtur samgongan upp, at reiðaríini skulu gjalda alt veiðigjaldið. Hetta svarar til, at manningarnar fáa eina lønarhækking upp á 20 prosent.
Ítøkiliga merkir tað, at við prísunum í 2015 fer skiparaparturin á einum nótaskipi við einari kvotu úr 3,4 mió. kr. upp í 4,1 mió. Parturin hjá dekkarunum, sum eru lægst løntir, fer úr 1,3 mió. kr. upp í 1,6 mió.
Hesi tølini vísa, hvussu stórt inntriv veiðigjaldið er í raksturin hjá skipunum. Vit standa púra óskiljandi yvir fyri hesi ætlanunum hjá landstýrissamgonguni. Eftir verandi sáttmála er veiðigjaldið loyvdur frádráttur, og sáttmálin er galdandi fram til apríl mánaða í 2017.
Undir samráðingunum um verandi sáttmála var tað krav hjá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, at teirra limir ikki skuldu luttaka í veiðigjaldinum, men Føroya Reiðarafelag gekk ikki hesum kravi á møti, og eftir verandi sáttmála er veiðigjaldið loyvdur frádáttur.
Samráðingarnar um verandi sáttmála vóru torførar og tær tóku eitt hálvt ár. Tí skilja vit als ikki, at landsstýrissamgongan av sínum eintingum leggur seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá fiskivinnuni.
Hetta er ongantíð hent fyrr. Tað vit vita um, hevur løgtingið higartil bert lagt uppí viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, tá semingsroyndir eru endaðar úrslitaleysar. Tá hevur løgtingið sett síðsta semingsuppskotið í verk við lóg við atlitið til samfelagsviðurskiftini.
Vit fáa okkum ikki til at trúgva, at løgtingið fremur ætlanirnar hjá landsstýrinum um at leggja upp í sáttmálaviðurskiftini millum reiðaríini og manningarfeløgini. Skuldi tað óvæntað kortini hent, at løgtingið ger tað, so fer tað at fáa avleiðingar fyri sáttmálaviðurskiftini millum partarnar. Hvørjar avleiðingarnar verða, er torført at ímynda sær í dag.