Strandalandasamráðingar í London
23. november 2015
Hesa vikuna samráðast strandalondini í London um býtið av makreli, svartkjafti og norðhavssild í 2016. Makrelsamráðingarnar verða mánadagin og týsdagin, og har hava Føroyar formansskapin.
Noreg, Føroyar og ES samdust á fundi í Klonacilty í Írlandi í oktober mánaði um at áseta heildarkvotuna í 2016 til 895.900 tons. Føroyska kvotan verður 112.892 tons, sum er ein lækking upp á 15 prosent í mun til 2015.
Eftir trý-parta avtaluni millum ES, Noreg og Føroyar eru 15,6 prosent sett av til onnur lond, sum fiska makrel. Hesi eru fyrst og fremst Ísland og Russland, og hesar báðar dagarnar snúgva samráðingarnar seg um at fáa eina avtalu við tey londini.
Grønland hevur sett sær eina royndarkvotu av makreli seinastu árini, men landið hevur ikki enn biðið um at gerast strandaland.
Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verða samráðingar um svartkjaft og norðhavssild.