Føroyskur uppisjóvarfiskur MSC góðkendur næsta vár

18. november 2015

Komandi vár verður komið á mál við at fáa føroyskan uppisjóvarfiskiskap MSC góðkendan. Síðan 2010 hevur Felagið Nótaskip havt MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir norðhavssild, og henda góðkenning skal endurnýggjast komandi vár.

 

Harumframt er farið undir at fáa MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir makreli og svartkjafti, og væntandi verður komið á mál við øllum trimum fiskasløgunum í mars mánaði komandi ár.

 

Ídnaðarskipini hava eisini kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti, og tí er avtala gjørd millum Felagið Nótaskip og Felagið Ídnaðarskip, um at góðkenningarnar eisini skulu fevna um ídnaðarskipini.

 

Det Norske Veritas tekur sær av arbeiðinum við MSC góðkenningunum. Hevur tú ikki MSC góðkenning, er tú útihýstur frá ávísum marknaðum, og tað kann henda, at tú ikki fært sama prís, sum fæst fyri fisk, ið hevur góðkendur.