Enn eitt umfar um svartkjaft og norðhavssild
2. november 2015
Strandalondini hittas aftur í næstu viku í Reykjavík, í enn eini roynd at fáa semju um býtið av svartkjaftinum og norðhavssildini í 2016.
Sildasamráðingarnar eru á skránni mánadagin og týsdagin. Á síðsta samráðingarfundinum í London í oktober samdust londini um at fylgja tilmælinum hjá ICES um heildarkvotuna, sum verður 317 tús. tons. Hinvegin eru londini ikki samd um eitt nýtt býti.
Føroyar søgdu í 2013 hinum londunum frá, at vit ikki longur kunnu góðtaka gamla býtið, har Føroyar eiga 5,16 prosent av heildarkvotuni. Í 2013 settu Føroyar sær eina kvotu upp á 105 tús. tons, og í 2014 og 2015 var kvotan sett til 40.000 tons. Í 2013 stóðu Føroyar uttanfyri avtaluna, meðan hini fýra partarnir hildu fram í gomlu avtaluni. Í 2014 og 2015 høvdu hini londini heldur ikki fýra-parta avtaluna, og tí settu londini kvoturnar hvørt í sínum lagi.
Svartkjaftasamráðingarnar verða mikudagin og hósdagin. Londini eru hvørki samd um heildarveiðuna ella býtið. ES og Føroyar krevja ein størri kvotapart. Í 2015 mælti ICES til at heildarkvotan varð sett til 840 tús. tons, men londini samdust um at seta kvotuna til 1.260 tús. tons. Harumframt ásetti Noreg sær eina eyka kvotu upp á 120 tús tons, sum svar uppá at ES ikki vildi geva Noreg atgongd til at fiska sína kvotu í ES-sjógvi.
Í 2016 mælir ICES til at áseta kvotuna 776 tús. tons, og tað er ein niðurskurður uppá 38 prosent í mun til heildarkvotuna í 2015.