Sera góður sildaprísur
30. oktober 2015
Meginparturin av sildakvotuni hjá nótaskipunum er nú fiskaður, og skipini fara nú í ES-sjógv at fiska tað, ið er eftir av makrelkvotuni.
Skipini hava fingið sera góðan prís fyri sildina í ár. Meðalprísurin hevur verið 6 kr. fyri kilo, og í løtuni fáa skipini 6.50 kr. Hetta er munandi meira, enn norsku skipini fáa. Sambært norsku uppboðssøluni hevur meðal sildaprísurin í Noreg í ár verið góðar 6 norskar krónur, sum svarar til 4,85 kr. í okkara peningi.
Føroyski makrelprísurin hevur ligið nakað niðanfyri makrelprísin í Noreg. Í Noreg hevur prísurin verið 6,75 kr. í okkara peningi, meðan føroysku skipini í meðal hava fingið umleið 5,50 kr. Ein orsøk til henda prísmunin kann vera, at ein partur av føroysku veiðuni er sonevndur summarmakrelur, sum hevur ein lægri prís, enn makrelurin, ið fer á japanska marknaðin.