Nótaskip stuðla HerGen verkætlanina
8. oktober 2015
Um stutta tíð byrjar arbeiðið við sonevndu HerGen verkætlanini. Verkætlanin hevur til endamáls at menna eina metodu til at kunna lesa arvaeginleikarnar hjá fiski. Í hesi verkætlanini verður sild frá fýra ymiskum stovnum kannað.
Tá frábrygdini í arvaeginleikunum eru staðfest, ber til uttan stórvegis kostna at staðfesta slagið. Metodan kann brúkast til øll onnur fiskasløg, og talan er um vitan, sum ikki er kend í dag.
Føroyska felagið Amplexa Genetics A/S, Náttúrudeildin á Fróðskaparsetrinum, Havstovan og Århus Universitet samstarva um verkætlanina. Verkætlanarleiðari er Hans Atli Dahl, stjóri í Amplexa í Odense.
Ein PhD lesandi verður knýttur at verkætlanini, sum verður staðsett í granskarasetrinum iNOVA í Tórshavn. Verkætlanin hevur fingið í lag samstarv við European Bioformatic Institut í Edinburgh, sum m.a. skal standa fyri upplæring og annars skal veita know how.
Felagið Nótaskip hava játtað 600.000 kr. í stuðli til verkætlanina. Harumframt hevur Statoil játtað 480.000 kr., og Granskingarráðið og Fiskivinnuroyndir tilsamans 910.000 kr. Sostatt eru 2 mió. kr. útvegaðar í fígging til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum vinnuna og tað almenna.
Í framtíðini kann hugsast, at fiskakeyparar fara at krevja genetiska dokumentatión fyri fiskavørur, og vitanin kann eisini hava týdning fyri at eyðmekja fiskastovnar.