Ices mælir til stóran niðurskurð í makreli og svartkjafti

30. september 2015

ICES hevur í dag kunngjørt kvotatilmælini fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel í 2016. ICES mælir til, at TAC-ið fyri norðhavssild verður tað sama sum í ár, meðan mælt verður til stóran niðurskurð í bæði svartkjafta- og makrelkvotuni.

 

ICES mælir til at seta svartkjaftakvotuna í 2016 til 776.000 tons, sum eru 8% minni enn tilmælið fyri 2015. Í mun til veiðuna í 2015 er niðurskurðurin tó munandi størri. Strandalondini avgjørdu at seta svartkjaftakvotuna í 2015 til 1.260.000 tons, og í mun til hetta er tilmælið hjá ICES í 2016 ein niðurskurður upp á 38%.

 

ICES mælir eisini til stóran niðurskurð í makrelkvotuni. Mælt verður til, at seta kvotuna í 2016 til 667.000 tons, sum er ein minking upp á 26% í mun til tilmælið fyri 2015. Eisini í makrelinum valdu ES, Noreg og Føroyar at seta kvotuna nakað hægri, enn ICES mælti til, og í mun til tað verður talan um ein niðurskurð upp á 36%.

 

Verður tilmælið hjá ICES fylgt, so verður føroyska kvotan næsta ár 84.000 tons. Velja ES, Noreg og Føroyar at hækka kvotuni á sama hátt sum í ár, so verður føroyska kvotan næsta ár 97.000 tons. Kvotan í ár er sløk 133.000 tons.


Kvotatilmælið fyri 2016