Makrelurin vigar minni í meðal

28. september 2015

Kanningar hjá norsku, føroysku og íslendsku havstovunum av makrelstovninum vísa, at meðalvektin á makrelinum er minkað munandi tey seinastu 10 árini.

 

Í 2013 var meðalvektin á einum 8-ára gomlum makreli tann sama, sum meðalvektin hjá einum 4-ára gomlum makreli í 2005.

 

Makrelstovnurin er vaksin og hevur broytt ferðingarmynstur, so hann tey seinnu árini er komin støðugt longur norður og vestur, tá hann gongur á beiti um summarið. Granskararnir halda, at minkingin í meðalvektini hevur samband við hetta.

Tað er vanligt, at broytingar kunnu henda í longd og vekt hjá fiski, tá stovnarnir vaksa, men hjá makrelinum er henda broytingin óvanliga stór.

 

Arild Slotte frá norska havrannsóknarstovninum heldur, at orsøkirnar til broytingarnar hjá makrelinum kunnu verða tvær. Onnur er, at tá tættleikin í stovninum økist, verður minni av føði til hvønn fisk. Hin er, at tá stovnurin gongur á beiti á einum munandi størri sjóøki, so brúkar makrelurin meira orku til at ferðast millum gýtingarøkið og beitingarøkið.