Svartkjafturin eisini MSC-góðkennast
26. august 2014
Tann fyrsta MSC góðkenningin av svartkjaftafiskiskapi er nú ávegis. Eitt samtak av reiðaríum í Hollandi, Fraklandi, Englandi, Litauen, Danmark og Írlandi hava í felag byrjað eina tilgongd til at fáa svartkjaftin MSC góðkendan. Góðkenningin verður væntandi upp á pláss einaferðí 2015.
Felagið Nótaskip hevur í eina tíð umhugsa at fáa svartkjaftafiskiskapin hjá sínum limum MSC-góðkendan, og ein tilgongd til góðkenningina byrjar nú.
Nótaskipini hava frammanundan MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir norðhavssild, men henda góðkenning hevur verið suspenderað í eitt ár í sambandi við stóru sildakvotuna, sum Føroyar ásettu sær í 2013. Nú føroyska sildakvotan í 2014 er minkað niður í 40.000 tons, vónar Felagið Nótaskip, at tað fer at bera til at fáa góðkenningina virkna aftur.
Ongin hevur í løtuni MSC-gókenning av fiskiskapinum eftir makreli, tí allar góðkenningarnar vórðu tiknar aftur sum avleiðing av ósemjuni um býtið av makrelkvotuni.
Nú ES, Noreg og Føroyar hava gjørt eina 5-ára avtalu um býtið av makrelinum hava felagskapir í ES og Noregi aftur søkt um at fáa MSC-góðkenning. Tað fer Felagið Nótaskip eisini at søkja um fyri sínar limir.
Tað tekur umleið eitt ár at fáa eina góðkenning avgreidda, og tí verður makrelurin ikki MSC-góðkendur fyrr enn einaferð næsta summar.