Eitt gott úrslit

13. juni 2014

Umsíðir eru nú allar ósemjurnar um kvoturnar av makreli og norðhavssild ruddaðar av vegnum, eftir at semjan millum Føroyar og ES varð undirskrivað hósdagin.

 

Semjan ber í sær, at ES góðtekur eina føroyska kvotu upp á 40.000 tons av norðhavssild, sum grundarlag fyri at seta handilstiltøkini úr gildi. Tá hetta er avgreitt, taka Føroyar aftur gerðarrættarmálini, sum eru reist eftir ásetingunum hjá WTO og í havrættarsáttmálanum hjá ST, og so er slætt borð.

 

Sum heild má sigast, at samlaða úrslitið av samráðingunum er gott, og eigur landsstýrismaðurin rós uppiborið fyri sítt politiska handverk.

 

Í makrelavtaluni er okkara partur 12,6% tey næstu fimm árini, og tað má sigast at vera eitt gott úrslit. Kvotan hevur fingið eitt størri virði, enn tey prosentini hon er økt við, tí avtalurnar geva okkum rætt til at fiska ein munandi part í norskum og ES-sjógvi, og tað gevur ein betri prís. Samráðingarnar um makrelin hava verið drúgvar og sera torførar.

 

Nú handilstiltøkini hjá ES verða tikin aftur, kunnu Føroyar aftur frítt selja makrelin á øllum marknaðum. Handilstiltøkini komu í gildi 28. august í fjør, og tá var nógvur makrelur og sild longu flutt á ES-marknaðin. Í ár hevði støðan verið ein onnur, tí bannið hevði verið í gildi alla vertíðina.

 

Kvotan upp á 40.000 tons av norðhavssild er sløk 10% av heildarkvotuni, og tvífalt tað, sum vit áttu eftir gamla býtislyklinum frá 2007. Sildastovnurin er illa fyri í løtuni, tí tilgongdin hevur verið lítil í nógv ár. Í 2009 var heildarkvotan hjá strandalondunum 1,6 millión tons. Síðan er kvotan støðugt minkað, og í ár er hon bert 419.000 tons.

 

Tað nyttar ikki bara at hyggja eftir prosentum, tí í 2009 var okkara sildakvota eftir tí gamla býtinum 85.000 tons. Fiskifrøðingar rokna við, at tilmælið hjá ICES fer at verða á hesum stigi tey næstu árini ella møguliga lægri. Henda sildakvotan er bert galdandi í ár, tí til heystar skulu strandalondini taka upp tingingar um ein nýggjan býtislykil, og tá eru Føroyar frítt stillaðar.

 

Føroyar hava samráðingarleiðsluna í strandalandasamráðingunum í ár um sild og svartkjaft. Samráðingarnar fyri tey einstøku fiskasløgini verða førdar hvørt sær, og nú allar ósemjurnar eru loystar, verður tað lættari hjá Føroyum at útinna formansskapin. ES hevur sagt upp verandi avtalu um býtið av svartkjaftakvotuni við kravi um ein størri part. Tí verða tær samráðingarnar torførar.

 

At enda skulu vit ikki gloyma, at í hesum samlaða pakkanum er eisini, at vit hava tikið upp aftur sínamillum fiskivinnusamstarvið við Noreg og ES, og at vit við hesum eisini aftur hava fingið rætt til at fiska uppisjóvarfisk í sjóøkinum hjá hesum londum.