ICES hækkar tilmælið um makrel

15. mai 2014

ICES er komið við einum nýggjum tilmæli um mest loyvdu veiðuna av makreli í ár. Nú verður mælt til, at heildarveiðan í 2014 kann verða millum 927 tús. og 1,011 mió. tons.

 

Í fleiri ár hevur verið funnist at, at metingarnar av makrelstovninum ikki hava verið nøktandi, tí stovnsmetingin bygdi fyrst og fremst á eggteljingar, sum verða gjørdar triðja hvørt á.

 

Á einum endurmetingarfundi í februar í ár, samdust fiskifrøðingarnir í ICES um, at trolroyndirnar, sum eru gjørdar um summari seinastu árini, eisini skulu vera ein partur av grundarlagnum undir stovnsmetingini og tilmælinum.

 

Upprunaliga tilmælið hjá ICES var, at mest loyvda veiðan í 2014 skuldi verða 890 tús tons, men við nýggju metingini kann veiðan fara upp á eina millión tons.

 

Samlaða makrelveiðan verður tó munandi størri enn tað í 2014. Føroyar, Noreg og ES samdust um at seta heildarveiðuna til 1.240 tús tons, og av hesum vórðu 15.6% setta av til triðjalond. Hetta svarar til 193.000 tons, men veiðan hjá triðjalondum fer langt upp um tað.

 

Ísland hevur sett sær eina kvotu upp á 146.000 tons, og grønlendska royndarkvotan er 100.000 tons. Harumframt kemur russiska kvotan, sum ikki er ásett enn.  Tí er sannlíkt at samlaða veiðan eftir makreli í 2014 fer at verða umleið 1,4 mió. tons.