Ein milliard, sum bleiv til 5 milliónir

25. apríl 2014

Nótaflotin hevur rættiliga verið í andgletti seinastu vikurnar. Ávísir búskaparfrøðingar og politikarar siga, at tað gongst flotanum ov væl, og tað má tað gerast nakað við. Tiltøk mugu setast í verk, so raksturin verður minni lønsamur.

 

Á forsíðuni í Sosialinum 4. apríl var yvirskriftin: Hava tikið yvir eina milliard úr fiskivinnuni. Hetta vóru sanniliga stórtíðindi. Ongin ivi var um, at boðskapurin var, at privatpersónar hava stungið eina milliard í lumman.

 

Tað undraði stórliga, at Kári Petersen, búskaparfrøðingur, ið til dagliga tekur sær av fígging landsins, var keldan. Tí hvussu lætt kann hann loyva sær at fara um veruleikan?

 

Eg rokni við, at Kári Petersen hevur atgongd til roknskaparportalarnar, og hevði hann hugt eftir, so kundi hann eftir fáum minuttum staðfest, at limirnir í Felagnum Nótaskip seinastu 10 árini ikki hava útlutað vinningsbýti til privatu partaeigararnar. Tað er bara eitt undantak. Tað er Framherji, sum útlutaði 5 mió. kr. í vinningsbýti í 2012.

 

Feløgini, sum eiga nótaskip, eru skipað samtøk. Eitt partafelag er fyri hvørt skipið. Móðurfeløgini eiga allan  partapeningin í dótturfeløgunum og eru umsitingarfeløg hjá konsernunum. Vinningsbýtið er flutt upp í móðurfeløgini og brúkt til nýggjar íløgur. Privatu partaeigararnir kunnu bara fáa vinningsbýti frá móðurfeløgunum, og tað hava teir ikki fingið hesi árini.

 

 


Vinningurin brúktur til íløgur

Milliardin hjá Kára Petersen var sostatt bara 5 mió. kr. Sambært eini greining, sum grannskoðarafelagið Januar hevur gjørt av roknskapunum hjá limunum í Felagnum Nótaskip fyri 5-ára skeiðið frá 2008 til 2012 var samlaða úrslitið hjá feløgunum hesi árini 623 mió. kr. Í sama tíðarskeiði hava hesi feløg gjørt íløgur í føroyskt vinnulív fyri 714 mió. kr.

 

Hesar íløgur hava í stóran mun gjørt tað møguligt at fáa pelagiska tilfeingið til høldar í Føroyum: Nýggj Norðborg, djúphavn og frystigoymsla í Ánunum, nýggjur Christian í Grótinum, nýggjur Tróndur í Gøtu, nýggjur Tummas T, uppisjóvarvirki á Tvøroyri og nú uppisjóvarvirki í Fuglafirði.

 

Vøksturin í pelagisku vinnuni krevur harumframt økta fígging, sum ikki fæst frá peningastovnunum. Reiðaríini hjá nótaskipunum hava støðugt omanfyri 200 mió. kr. bundnar í goymslum og debitorum.

 

 


Tvær orsøkir til góð úrslit

Tað eru fyrst og fremst tvær orsøkir til, at nótaskipini hava havt góðan rakstur hesi seinastu árini. Onnur er, at flotin er rationaliseraður. Miðskeiðis í 70-árunum vóru 20 nótaskip. Nú er flotin minkaður niður í 6-7 nýggj og effektiv skip. Tað hevur víst seg, at við hesum skipatali fært tú størsta munin millum inntøkurnar og útreiðslurnar av at fáa pelagiska fiskin upp á land. Tað vil siga, at lønsemið er optimalt.

 

Hin orsøkin er, at vit hava havt óvanliga stórar makrelkvotur seinastu árini og í 2013 eisini eina óvanliga stóra sildakvotu. Tað óvanliga fer at minka, tá vit aftur gera avtalur. Sum liður í makrelsemjuni hava londini avgjørt í 2014 at seta heildarkvotuna 350.000 tons hægri, enn ICES mælti til. Frá 2015 hava londini bundið seg til at fylgja ICES-tilmælinum, og tí fer kvotan sannlíkt at minka næsta ár. Men rætt er, at vit nú eiga ein størri part av tí, sum er at býta.

 

Í 2013 ásettu Føroyar sær eina sildakvotu upp á 17% ella 105.000 tons. Við sama prosenttali í 2014 hevði kvotan minkað niður í góð 70.000 tons, og tað er minni, enn kvotan var, tá hon var upp á tað hægsta í 2009 eftir tí gamla býtinum. Fiskifrøðingarnir eru samdir um, at sildakvotan eisini í komandi árum fer at vera á einum lágum stigi.

 

Við svartkjaftinum er støðan tann sama. Kvotan í 2014 er minni, enn hon var í 2006-2008. Søgan vísir, at uppisjóvarkvoturnar ganga upp og ganga niður.

 

Vit hava í dag nóg mikið av fiskiorku í flotanum til at fiska uppisjóvarkvoturnar. Tí er avgerandi, at vit ikki økja um fiskiorkuna, sum summi mæla til. Tað hevði havt við sær, at lønsemið versnar.

 

Bert tvey upprunalig loyvir

Ein onnur gjøgnumgangandi atfinning í orðaskiftinum hevur verið, at tað eru ov fá reiðarí í pelagisku vinnuni.

 

Í bólkinum nótaskip eru bert tvey upprunalig loyvi. Í 1975 varð givið eitt loyvi til tann fyrsta Christan í Grótinum, og í skipapakkanum hjá Atla Dam í 1984 varð loyvi givið til tann fyrsta Trónda í Gøtu. Øll hini loyvini, sum nótaskipini hava í dag, eru keypt frá øðrum.

 

Somu búskaparfrøðingar siga, at málsetningurin í fiskivinnupolitikkinum má verða, at tey dugnaligastu reiðaríini yvirliva. Tað er væl tað, sum er hent í nótaflotanum, og tí er torført at skilja, hví teir hava so ilt av støðuni.

 

Landið fær sítt

Í orðaskiftinum fært tú ofta fatan av, at vinnan onki gevur aftur til landið. Men so er ikki. Feløgini rinda partafelagsskatt av vinninginum og eisini hevur í nøkur ár verið ein eykaskattur upp á 2,5% av avlopinum. Hann hækkar nú upp í 7 prosent.

 

Harumframt rinda reiðaríini tilfeingisgjald av makrel- og sildakvotunum. Og tann skrúvan verður táttað hvørt ár. Í 2011 rindaðu nótaskipini 6 mió., í 2012 hækkaði talið upp í 42 mió, og í 2013 kom tilfeingisgjaldið upp á 85 mió. Tað verður helst upp aftur hægri í 2014.

 

Vinningurin, sum hevur verið eftir hjá reiðaríunum hesi árini, er allur farin til nýggjar íløgur. Talan er partvíst um nýtt virksemi, sum eisini gevur fleiri krónur til almennu kassarnar.

 

Hevði landið farið við øllum vinninginum, so høvdu hesar íløgur ikki verið gjørdar. So mátti annaðhvørt landskassin ella útlendingar gjørt hesar íløgur, sum hava verið neyðugar fyri at fáa pelagiska tilfeingið til høldar í Føroyum.

 

 


 

Felagið Nótaskip

Jógvan Jespersen