Trý samráðingarumfør um uppisjóvarkvoturnar

8. januar 2014

Samráðingarnar um áseting av kvotunum av uppisjóvarfiski verða nú tiknar upp aftur.

 

Dagarnar frá 15. til 17 januar verður enn eitt umfar í makrelsamráðingunum í London, og vikuna eftir koma londini saman aftur at tosa um svartkjaft og sild. Hesar samráðingarnar verða frá 22. til 24. januar.

 

Samráðingarnar millum ES og Noreg um sínamillum fiskiveiðiavtaluna fyri 2014 eru heldur ikki lidnar. Hesar verða tiknar upp aftur í Bergen tann 27. januar. Samráðingar skuldu upprunaliga verða í desember, men ES ynskti at fáa tær útsettar, meðan roynt verður at fáa eina semju um býti av makrelkvotuni. So leingi ongin avtala er millum ES og Noreg sleppa norsk skip ikki í ES sjógv at fiska svartkjaft, og tey hava heldur ikki atgongd til føroyskan sjógv.

 

Umleið 20 samráðingarumfør hava verið higartil um makrelin, síðan Føroyar í 2009 boðaðu frá, at vit ikki vildu gera eina avtalu fyri 2010, uttan so at Føroyar fingu ein størri part av heildarkvotuni.  

 

Viðvíkjandi norðhavssildini hava londini samtykt at seta ein serfrøðingabólk, sum skal savna alt tilfar um sildina og leggja fram eina frágreiðing í seinasta lagi 1. september í ár. Henda frágreiðing skal verða eitt felags grundarlag fyri tingingum um eitt nýtt býti av norðhavssildini frá 2015.

 

Í ár er støðan viðvíkjandi norðhavssildini tann sama, sum hon var í fjør. Noreg, Russland, Ísland og ES vilja halda fast við býtislykilin frá 2007, sum gevur Føroyum góð 5%. Hetta góðtaka Føroyar ikki, men mæla í staðin til, at eitt serstakt býti verður avtalað bara fyri 2014.

 

Viðvíkjandi svartkjaftinum er ikki ósemja um býtið, men um hvussu stór kvotan skal verða. Eftir umsitingarætlanini fyri svartkjaftin verður heildarkvotan í 2014 849.000 tons, men ICES sigur, at veiðan kann fara heilt upp á 1,5 mió. tons, og stovnurin verður framvegis burðardygt umsitin.