ES útsett samráðingarnar við Noreg
28. november 2013
Norski fiskimálaráðharrin Elisabeth Aspaker var í gjár í Bruxelles á fundi við ES fiskivinnukommiserin Mariu Damanaki. Ósemjan um býtið av makrelkvotuni stóð ovast á dagsskránni.
Norski fiskimálaráðharrin sigur í einum tíðindaskrivi, at ES og Noreg eru samd um framhaldandi at samskipa sína samráðingarstrategi. Hon sigur, at hon á fundinum við Damanaki legði ítøkilig uppskot á borðið, við tí endamálið at fáa glið á samráðingarnar.
Hon sigur tó onki um, hvat hetta uppskotið snúði seg um, men kunningardeildin hjá norska fiskimálaráðnum sigur við blaðið Fiskeren, at Noreg og ES umhugsa, at samráðast um svartkjaft, makrel og norðhavssild undir einum. Higartil hava samráðingarnar verið um hvørt fiskaslag fyri seg.
Tað hava leingi verið ábendingar um, at ES vil hava eina loysn á makrelósemjuni. Tað er eitt gott høvi, tí kvotutilmælið hjá ICES fyri 2014 upp á 890 tús. tons, svarar umleið til veiðuna hjá øllum londunum í 2013. Harumframt er tíðarskeiðið hjá Mariu Damanaki sum fiskivinnukommiserur úti í komandi ári.
Í tíðindaskrivinum hjá norska fiskimálaráðharranum frá fundinum í Bruxelles verður sagt, at ES hevur biðið um, at samráðingarnar millum Noreg og ES um sínamillum fiskiveiðusáttmálan fyri 2014 fyribils verða útsettar. Tað er neyvan ivi um, at hetta hevur samband við makrelmálið.