Damanaki verið í Oslo á vitjan
12. november 2013
Fiskivinnukommiserurin í ES Maria Damanaki hevur verið í Oslo og hitt nýggja norska fiskimálaráðharran Elisabeth Aspaker.
Ósemjan um býtið av makrelinum stóð ovast á dagsskránni. Eftir fundin sigur Elisabeth Aspaker á heimasíðuni hjá norska fiskimálaráðnum, at tær báðar leggja dent á at fáa eina langtíðar loysn á makrelspurninginum, og at tær eru samdar um framhaldandi at hava samband um henda spurning.
Aspaker sigur, at talan var ikki um samráðingar, men um at gera støðuna hjá pørtunum upp. ES og Noreg hava seinastu tvey-trý árini havt eina felags støðu í makrelsamráðingunum, men undir teimum seinastu umførunum hevur ES roynt seg við egnum uppskotum til eina loysn, uttan at hetta var avtalað við Noreg frammanundan.
Við Fiskeren sigur fiskimálaráðharrin, at málið er at loysa makreltrætuna, men um tað verður fyri jól ella eftir nýggjár, dugir hon ikki at siga.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, var herfyri í Olso og tosaði við Apaker um makrel- og sildaósemjuna.
Eitt nýtt umfar í makrelsamráðingunum byrjar mánadagin í Klokakilty í Suðurírlandi.