Nógvur sildayngul í Barentshavinum
25. september 2013
Kanningarnar hjá norsku havstovuni í heyst av vistfrøðini í Barentshavinum eru um at verða lidnar. Elena Eriksen frá Havforskningsinstituttet sigur, at tey hava staðfest, at nógvur ársgamal sildayngil er í Barentshavinum.
Fiskifrøðingarnir sóðu sildayngil heilt norður á 80 stig, og tað var óvæntað. Fyribils úrslitið bendir á, at 2013 árgangurin av norðhavssild er munandi betri enn árgangirnir undanfarnu ár. Longdin á ynglinum er yvir meðal, og tað bendir á, at nóg mikið er til av føði.
Allir árgangirnir av norðhavssild síðan 2004 hava verið vánaligir, men nú tykist gongdin at vera vend. Tað verður tó ongin bati í støðuni hjá stovninum av norðhavssild enn, tí 2013 árgangurin verður ikki gýtingarførur fyrr enn í 2017/2018. Sildin er 4-5 ára gomul, tá hon kemur inn í fiskiskapin, og tí verður tilmælið hjá ICES um heildarkvotu eisini tey næstu árini á einum lágum stigi.
Nøgdin av reyðæti í Norðurhavinum er støðugt minkað síðan miðskeiðis í 90-árunum, men í 2009 vendi gongdin, og nøgdin av reyðæti er síðan støðugt vaksin.