Noreg ætlar eisini handilstiltøk móti Føroyum

13. august 2013

Norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen hevði í gjár fund við øll tey stóru fiskivinnufeløgini í Noreg um møgulig tiltøk móti Føroyum í sambandi við ósemjuna um sildakvoturnar.

Sambært heimasíðuni hjá norska fiskimálaráðnum varð semja um at seta fleiri tiltøk í verk móti Føroyum, um semja ikki fæst í sildatrætuni.

Í fyrsta umfari skal bann setast fyri, at føroysk skip kunnu landa norðhavssild í norskum havnum. Eitt tílíkt bann fær ongan týdning, tí síðan 2011 hava norsku virkini boykottað føroysku skipini á tann hátt, at tey ikki hava bjóðað upp á føroyskar lastir. Bert ein norskur keypari hevur keypt føroyska sild, og tí eru bert nakrar fáar lastir farnar til Noreg hesi seinastu tvey árini.

Víðari sigur norska fiskimálaráðið, at tá ES hevur sett handilstiltøk í verk móti Føroyum, er ætlanin at taka stig til eitt beinleiðis handilsbann móti Føroyum, so beinleiðis innflutningsbann verður sett fyri sild og sildaúrdráttum úr Føroyum, og somuleiðis skulu føroyskir útflytarar ikki kunna brúka norskar havnir sum transitt.