Gera makrelkanningar fyri at styrkja samráðingarstøðuna

10. mai 2013

Norska stjórnin hevur avgjørt at játta 8 mió. kr. afturat til makrelkanningar í ár. Fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen sigur, at makrelurin er ein av teimum mest virðismiklu fiskastovnunum hjá Noregi, og tí er tað av týdningi, at stovnurin verður kannaður.

 

Í mun til fyri nøkrum árum síðan, so viðurkenna norðmenn nú, at makrelurin hevur broytt ferðingarmynstur seinastu árini,  og at hann nú kemur longur norður og vestur, tá hann leitar sær norðureftir at eftir føði, eftir at hann hevur gýtt í ES-sjógvi.

 

-Tað er tørvur á at fáa betri kunnleika um broytingarnar í ferðingarmynstrinum og hvussu nógvur makrelur er í norskum sjógvi. Við at gera eyka kanningar kunnu vit útvega okkum góða og álítandi vitan um hesi viðurskifti. Økt vitan kann verða eitt týdningarmikið íkast til royndirnar at koma til eina semju um eitt nýtt kvotabýti, sum kann tryggja eina burðadygga umsiting av makarelstovninum, sigur Lisbeth Berg-Hansen.