Eitt forboð rakar helst bæði sild og makrel

17. apríl 2013

Nú røkist eftir øllum at døma fyri, at ES er farið undir at fyrireika tiltøk Føroyum í sambandi við, at Føroyar hava ásett sær egna sildakvotu í 2013.  

Danski matvøruráðharrin Mette Gjerskov segði á aðalfundinum í Danmarks Fiskeriforening um vikuskiftið, at talan neyvan verður um tiltøk í sambandi við makrelin, tí ein fyritreyt fyri, at ES kann seta tiltøk í verk, er at ES sjálvt fiskar burðardygt í makrelinum, og tað ger ES ikki í dag, segði danski ráðharrin.

Hinvegin segði hon, at talan kann verða um tiltøk í sambandi við føroysku sildakvotuna, tí ES fiskar burðardygt eftir norðhavssild.

Tað saman bendir eitt svar á, sum Maria Damanaki gav í ES-tinginum mánadagin uppá ein fyrispurning frá fiskivinnunevndini hjá ES.

Damanaki segði, at kommissiónin hevur fingið boð um at fara undir at fyrireika tiltøk móti Føroyum í sambandi við ásetingina av føroysku skildakvotuni.

Setir ES tiltøk í verk ímóti føroyskum sildaútflutningi, fer forboðið helst eisini at raka makrelin, tí í heimildini hjá ES nevndini er ásett, at eitt forboð kann eisini raka onnur fiskasløg, ið verða fiskað sum hjáveiða í fiskiskapinum eftir viðkomandi fiskaslagi.