Pelagisku skipini fáa meginpartin av íslendsku makrelkvotuni

17. apríl 2013

Íslendska vinnumálaráðið hevur nú útlutað íslendsku makrelkvotuna í ár.

Ísland hevur ásett sær ein akvotu upp á 123.000 tons, sum er 15% minni enn í 2012. Minkingin svarar til minkingina, sum ICES hevur mælt til í heildarkvotuni.

Pelagisku skipini fáa meginpartin av kvotuni. Pelagisku skipini, sum landa fekst, fáa 87.300 tons, sum eru góð 70 prosent av kvotuni. Skipini, sum frysta umborð, fáa 26.000 tons, og millum hesi skipini eru eini seks pelagisk skip. Kvotan til smábátar er ferfaldað upp í 3.200 tons, og tey síðstu 6.700 tonsini sleppa útlensk skip at fiska.