260.000 tons av sild og makreli
2. apríl 2013
Fyri páskir ásetti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, føroysku silda og makrelkvotuna í 2013.
Sildakvotan verður 105.230 tons, sum er 17% av tilmæltu heildarkvotuni hjá ICES upp á 619.000 tons. Tann vanliga makrelkvotan er 125.825, sum er ein lækking uppá 15% í mun til føroysku kvotuna í 2012. Lækkingin svarar til lækkingina, sum ICES hevur mælt til í heildarkvotuni. Harumframt verða góð 32.000 tons, sum ikki vórðu fiskað av kvotuni í fjør, flutt frá 2012 til 2013, so samlaða makrelkvotan verður 158.825 tons.
Hini strandalondini hava gjørt vart við sína ánøgd við føroysku kvotuásetingina. Mikudagin høvdu umboð fyri pelagisku vinnuna í Skotlandi, Írlandi, Danmark og Hollandi fund við fiskivinnukommiserin í ES Mariu Damanaki.
Umboðini førdu fram, at tey harmast um naggatódnina, sum er í strandalandasamráðingunum, og heittu á Damanaki um beinavegin at brúka tær heimildir, sum eru fingnar til vega til at seta tiltøk í verk móti Føroyum og Íslandi.
Formaðurin hjá skotsku pelagisku fiskimonnunum Ian Gatt sigur, at umboðini fyri vinnuna hava ført fram, at nú gongur hetta ikki longur, og at handilstiltøk mugu setast í verk móti Føroyum og Íslandi beinanvegin.
Maria Damanaki og norski fiskimálaraáðharrin Lisbeth Berg-Hansen siga í eini felags yvirlýsing, at tær harmast um tann føroyska fiskiskapin eftir makreli og sild, sum ikki er á einum burðardyggum stigi.
-Vit harmast stórliga um at Føroyar á henda hátt beina fyri felags umsitingini av felags stovnunum. Tí heita vit á Føroyar um at venda aftur til tað avtalaða býtið, siga tær báðar í felags yvirlýsingini.
Íslendski fiskimálaráðharrin Steingrímur J. Sigfússon hevur eisini gjørt vart við seg. Í einum brævi til Jacob Vestergaard sigur hann seg stúra fyri gongdini.
Hann heldur, at avgerðin hjá Føroyum um at áseta sær eina stóra sildakvotu oyðiliggur semjuna millum strandalondini frá 2007. Eisini vísir hann á, at sildastovnurin er minkaður meira enn eina helvt seinastu fýra árini, og lítið legst aftur at stovninum, tí teir árgangirnir, sum skuldu verið grundarlagið undir fiskiskapinum tey næstu árini, eru sera veikir.