Herálvur Joensen stjóri í Føroya Reiðarafelag

21. mars 2013

Nevndin í Føroya Reiðarafelag hevur í dag sett Herálv Joensen í starv sum stjóra í felagnum.

Herálvur er 51 ár gamal og útbúgvin løgfrøðingur. Hann røkir í dag starvið sum deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni.

Herálvur varð fyrsti aðalstjórin í Oljumálaráðnum, sum hann var við til at byggja upp, í samband við fyrstu útbjóðingarrundu eftir olju á føroyska landgrunninum. Seinni hevur Herálvur verið aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, til hann í 2006 bleiv sendimaður á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn.

Herálvur hevur verið deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni síðan 2011, men tekur nú við stjórastarvinum í Føroya Reiðarafelag tann 1. mai.

36 umsóknir komu til starvið.