Norsku nótaskipini góðan fiskiskap eftir svartkjafti
20. mars 2013
Norsku nótaskipini hava seinastu vikurnar havt góðan svartkjaftafiskiskap vestur úr Írlandi. Tá tey byrjaðu at royna stóð svartkjafturin í altjóða sjógvi, men nú fiska norsku skipini í írskum sjógvi einar 100 fjórðingar úr landi.
Samlaða norska svartkjaftakvotan í ár er sløk 190.000 tons. Noreg eigur sjálvt eina kvotu upp á góð 150.000 tons, og harumframt hava teir fingið sløk 40.000 tons í sínamillum fiskiveiðiavtaluni við ES. Higartil eru 145.000 tons fiskað av norsku kvotuni. Orsakað av ósemjuni um býtið av makrel- og sildakvotunum hava norsku skipini ikki atgongd til at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í ár. Klára skipini ikki at fiska alla kvotuna í ES sjógvi, noyðast skipini at bíða til svartkjafturin aftur kemur norður aftur í altjóða sjógv.
Næraberg er einasta føroyska skipið, sum er á svartkjaftaveiðu. Teir royna í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, men fiskiskapurin er stak vánaligur.
Nótaskipini fara ikki á svartkjaftaveiðu fyrr enn svartkjafturin aftur kemur í føroyskan sjógv væntandi síðst í apríl, tá hann aftur ferðast norðureftir.