Jupiter á síðsta lodnutúrinum
8. mars 2013
Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er nú um at vera fiskað. Kvotan var upp á 30.000 tons, og sambært uppgerðini hjá Fiskiveiðueftirlitinum eru umleið 2.000 tons eftir at fiska.
Norðborg, Christian í Grótinum, Fagraberg, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu eru lidnir við sínar kvotur, og Jupiter er nú á tí síðsta túrinum. Meginparturin av lodnuni er fiskað út fyri eysturlandinum, men henda túrin royna teir vestanfyri.
Nótaskipini fara nú at liggja í eina tíð, til svartkjaftafiskiskapurin tekur seg upp aftur síðst í apríl.