Saksaberg verður skiftur út við Norderveg

12. februar 2013

Gamla nótaskipið Saksaberg verður nú skift út við norska nótaskipið Norderveg. Samtakið Varðin í Gøtu, sum eisini eigur Finn Fríða, Jupiter og Trónda í Gøtu, er so at siga komið á mál við samráðingunum um keypið av skipinum. Skipið skal á beding til botnkanning, og roknað verður við at nýggi Saksaberg verður í Føroyum fyri páskir.

Norderveg er 10 ára gamal, og verður keyptur fyri 90 mió. kr. Hann lastar 1.500 tons.

Gamli Saksaberg er 40 ára gamal, og reiðaríið heldur, at nú er tíðin komin at skifta skipið út. Nýggi Saksaberg skal fiska av kvotunum hjá samtaðinum Varðanum.