Nýggi Christian í Grótinum kemur um mánaðarskiftið
12. februar 2013
P/F Christian í Grótinum hevur nú undirskrivað sáttmálan um at keypa norska nótaskipið Kvannøy, sum kemur í nótaflotan fyri Christan í Grótinum. Kvannøy kemur væntandi til Føroya síðst í hesum mánaðinum. Skipið er keypt fyri 150 mió. kr. og reiðaríið ætlar at fáa einar 40 mió. kr. fyri gamla Christian í Grótinum.
Nýggi Christian í Grótinum er eitt kombinerað tanga- og verksmiðjuskip. Skipið kann frysta 150 tons um samdøgrið og lastar 800 tons av frystum. Endamálið við at skifta skipið út, er at kunna virðisøkja ein størri part av kvotunum hjá reiðarínum.
Kvannoy er bygdur í 2002 og umbygdur í 2008.