Lodnukvotan verður 30.000 tons

12. februar 2013

Íslendski vinnumálaráðharrin boðaði í gjár frá, at lodnukvotan verður hækkað 120.000 tons afturat hesa vertíðina. Henda avgerð er tikin út frá lodnuteljingum, sum havrannsóknarskipi Árni Friðriksson gjørdi í síðstu viku.

Upprunaliga varð lodnukvotan sett til 300.000 tons, men hon var seinni hækkað upp í 450.000 tons, og við hesi seinastu hækkingini verður hon 570.000 tons hesa vertíðina.

Hetta ber í sær, at føroyska lodnukvotan hesa vertíðina verður 30.000 tons. Í fiskiveiðisáttmálanum millum Føroyar og Ísland er ásett, at føroyska kvotan er 30.000 tons, um heildarkvotan fer upp um 500.000 tons, meðan hon er 5%, um heildarkvotan er niðanfyri 500.000 tons.

Nótaskipini fóru á lodnu í síðstu viku. FInnur Fríði hevur verið á Kollafirði við 1200 tonsum, og teir fingu slakar 3 kr. fyri kilo. Finnur Fríði var liðugur at landa í gjárkvøldið. Tróndur í Gøtu er farin at sigla við 1200 tonsum, sum teir landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri. Í løtuni eru Norðborg, Fagraberg og Jupiter á londuleiðunum.

Londan stendur nú heilt inni við land, og skipini royna útfyri Hornafirði.